Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havnin stuðlar gásadalsfilmi

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn:

Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at stuðla filmsverkætlanini The Bird Catcher, sum ætlandi verður størsta filmsætlan, sum nakrantíð er spæld inn í Føroyum. Filmurin verður slakar tveir tímar til longdar, og fíggjarætlænin verður um 32 mió kr.

Stórur áhugi er fyri filminum í Norðurlondum eins og í eitt nú Fraklandi og Kekkia. Størsti parturin av játtanini kemur tí úr hesum londum, men filmsleikstjórin Richard Hobert úr Svøríki ger ikki filmin uttan føroyskan áhuga eisini.

Mentamálanevndin hevur samtykt at játta tilsamans 300.000 krónur til filmsverkætlanina fyri árini 2012 og 2013. Ein arbeiðsbólkur við eitt nú umboðum fyri ferðavinnuna, sum hevur søkt um stuðulin, sigur, at arbeitt verður fyri at fáa filmsætlanina framda av tí, at filmurin kann skapa áhuga fyri Føroyum sum heild, geva arbeiðspláss og leggja inntøkur eftir seg til landið.

Daniella Sandberg úr Sørvági, sum býr í Svøríki, hevur fingið Richard Hobert áhugaðan í søguni um Frans í Gásadali, sum er ein sonn søga úr 1800-talinum um, ráðini, ið takast mátti til fyri at føra bóndaættina víðari.

Richard Hobert hevur gjørt handritið til filmin, sum í høvuðsheitum verður spældur inn í Vágum, Bø. Gásadali og á Víkum, eins og í Koltri og í Mykinesi. Ætlanin er at taka filmin uppí 2013 og frumsýna hann á festivalinum í Cannes í 2014.

Richard Hobert er ein tann kendasti filmsleikstjórin í Svøríki. Hann hevur gjørt 20 filmar og hevur fingið nógvar virðislønir fyri sítt arbeiði.

---