Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havsbrún nýggja umhvørvisgóðkenning, og ársmeting er góðkend á Sundi

P/F Havsbrún fingið nýggja umhvørvisgóðkenning

Mjøl- og lýsideildin hjá P/F Havsbrún tekur í høvuðsheitum ímóti uppsjóvarfiski og slógvi  av uppsjóvarfiski, og framleiðir fiskamjøl og fiskalýsi burtur úr hesum. Harafturat framleiðir fóðurdeildin hjá Havsbrún fiskafóður burtur úr fiskamjøli og –lýsi, umframt at Havsbrún innflytur korn, plantumjøl, plantuolju o.a. í leysum til hesa framleiðsluna.  Havsbrún útflytur eisini fiskamjøl í leysum.

Í viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini er dentur lagdur á at minka um útlát av royki,  dusti, lukti, larmi og spillvatni frá virkseminum, og at minka um árin frá dálking av olju, lýsi og kemikalium vegna óhapp. Metingin av umhvørvisviðurskiftum er grundað á, at P/F Havsbrún kann taka ímóti umleið 450.000 tonsum av feskum fiski og framleiða 140.000 tons av fiskamjøli og –lýsi, umframt 150.000 tons av fiskafóðri um árið. 

------------

Árinsmeting góðkend
Árinsmeting av útbyggingini av elverkinum á Sundi góðkend

SEV hevur søkt um góðkenning at byggja nýggja støð við fýra motorum í grótbrotinum vestan fyri verandi elverk á Sundi.

Sambært § 16 í elveitingarlógini skal ravmagnsframleiðari gera umhvørvisárinsmetingar, áðrenn loyvi til framleiðslu verður givið. Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.

Nýggju motorarnir kunnu framleiða upp til 9,2 MW hvør. Reinsiverk, sum minkar um útlátið av nitrogenoxidum (NOx) við umleið 75%, er á øllum motorunum. 

Motorarnir fara í fyrstu syftu at framleiða elektrisitet úr tungolju, men kunnu umbyggjast til eisini ella bert at brúka natúrgass sum brennievni. Teir elstu motorarnir á verandi verki skulu vera til at taka í nøkur ár, tá stórur tørvur verður á orku ella onnur viðurskifti gera tað neyðugt. So hvørt varandi orkukeldur verða útbygdar, fer Sundsverkið at vera eitt verk til at taka og bert veita orku, tá onnur orka ikki er tøk. 

Umhvørvisstovan góðkennir umhvørvisárinsmetingina hjá SEV. Hetta hóast útlit ikki eru til, at framleiðslan av elektrisiteti við olju á Sundi minkar munandi komandi 10 árini. Hinvegin sær ikki út til, at hon fer at vaksa munandi. Umhvørvisstovan metir tí, at árinini á umhvørvið kring elverkið á Sundi sum heild fara at verða minni, enn tey hava verið seinastu mongu árini, av tí at verkið fer at hava fýra nýggjar og virknari motorar við nitrogenoxidreinsing av roykinum, sum frá líður lækkandi svávulinnihald í brennievninum, tryggari verju móti óhappum frá oljugoymslunum, betri spillvatnsskipan og betri ljóðdoyving á nýggjaru bygningunum. Árinini verða enn minni, um nýggja støðin sum frá líður fer at brúka natúrgass sum brennievni í staðin fyri tungolju.