Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havstovan vertur fyri ICES fundi í Føroyum

Dan Klein --- 14.09.2018 - 07:54

Mánaðarskiftið august - september var Havstovan vertur fyri árliga ICES-arbeiðsbólkafundinum um uppsjóvarfisk. Umleið 35 granskarar úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Russlandi, Danmark, Bretlandi, Írlandi, Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi, Spania og Portugal luttóku á fundinum, har stovnsmetingar vóru gjørdar fyri m.a. norðhavssild, makrel og svartkjaft.

Eisini vóru vísindaligar kanningar og veiðuhagtøl, sum eru partur av stovnsmetingunum, viðgjørd. Úrslitini frá fundinum eru latin ICES, sum eftirmetir arbeiðið.

 

Tilmælið frá ICES um mest loyvdu veiðu fyri makrel og svartkjaft komandi ár, verður almannakunngjørt tann 28. september. Fyri norðhavssild verður tilmælið ikki tøkt fyrr enn seinni, helst 22. oktober, tí ein umsitingarætlan skal fyrst góðkennast av strandalondunum.