Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havstovuárið 2017

Nú árið 2017 er farið afturum, kann vera hóskandi í stuttum at taka saman um arbeiðið hjá Havstovuni at tæna okkara høvuðsvinnu.
 
Uppsjóvarfiskur
Føroyar eiga ein týdningarmiklan part av felags stovnunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti. Leikluturin hjá Havstovuni í hesum sambandi er partvís at fáa vitan til vega, ið kann vera við til at tryggja Føroyum sín rættvísa part av hesum tilfeingi, og partvís at samstarva við hini grannalondini um stovnsmetingar og aðrar lívfrøðiligar kanningar, ið skulu til, fyri at ráðgevast kann um stovnsrøkt og skilagóða gagnnýtslu av hesum stovnunum.
 
Í farna ári blivu tríggir rannsóknartúrar gjørdir í samstarvi við skip frá øðrum strandalondum. Í apríl kannaði Magnus Heinason svartkjaft sunnanfyri, í mai kannaði skipið sild norðanfyri, og í juli bleiv Tróndur í Gøtu leigaður at kanna makrel norðanfyri. Á øllum trimum túrunum blivu kanningar av sjógvi og æti eisini gjørdar. Harumframt hevur Havstovan støðugt fingið prøvar av veiðuni hjá fiskiskipunum.
 
Gýtingarstovnurin av makreli varð í 2017 mettur at vera umleið 3,4 mió tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiðan í 2018 verður 551 túsund tons. Hetta er ein minking uppá 36 % í mun til revideraða tilmælið í fjør.
 
Gýtingarstovnurin av svartkjafti varð í 2017 mettur at vera 5,9 mió tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiða í 2018 verður 1,387 mió. tons. Hetta er ein hækking uppá 3 % í mun til tilmælið í fjør.
 
Gýtingarstovnurin av norðhavssild varð í 2017 mettur at vera 3,7 mió tons. ICES mælir til, at tann samlaða veiða í 2018 verður 384 túsund tons. Hetta er ein minking uppá 41 % í mun til tilmælið í fjør.
 
Viðmerkjast skal, at í 2017 var rættiliga stórur vøkstur í teirri tilmæltu veiðuni, so hóast minking í ár í mun til í fjør, so eru tær samlaðu tilmæltu nøgdirnar ikki minni enn vanlig ár. Tó hevur norðhavssildin verið í minking hesi seinastu 8 árini, av tí at eingin stórur árgangur er komin inn í gýtingarstovnin.
 
Tað er ikki full semja millum øll strandalondini um býtið av hesum trimum stovnunum, og tí hevur veiðan, ið londini hava ásett sær, verið størri enn tilmælið frá ICES. Hetta verður væntandi eisini soleiðis í 2018.
 
Botnfiskur
Hesi seinastu nógv árini hevur upsi verið okkara høvuðs-botnfiskaslag undir Føroyum. Tilgongdin hevur verið miðal og yvir miðal hesi seinastu árini. Gýtingarstovnurin varð í 2017 mettur at vera uml. 100.000 tons og er í vøkstri. Veiðutrýstið verður tó mett at vera í hægra lagi í mun til størst møguligu langtíðarúrtøku. Tann fiskurin, ið verður veiddur, er sum heild smærri enn hann kundi verið. Væntandi verður rist kravd í upsatrolum um stutta tíð, og tað fer at minka um veiðutrýstið á teir yngstu árgangirnar. Fiskiskapurin er góðkendur sum burðardyggur av MSC.
 
Verri stendur til við toska- og hýsustovnunum. Tilgongdin hevur svikið í nógv ár á rað, og stovnararnir eru smáir. Gýtingarstovnurin hjá toski varð í 2017 mettur at vera 21.700 tons og av hýsu 19.200 tons. Glottar eru tó at síggja. 2015-árgangurin av hýsu er mettur at vera lítið undir miðal (tann frægasti síðani 2003), og 2016-árgangurin verður mettur at vera heilt góður. Tilgongdin av toski er torførari at meta um, av tí at smáfiskurin er undir landi tey bæði fyrstu árini. Ábendingar eru tó um, at bæði toska- og hýsustovnurin eru í vøkstri. Spennandi verður at síggja úrslitini frá komandi stovnsmetingum, ið verða gjørdar á vári 2018.
 
Longustovnurin hevur verið í vøkstri í fleiri ár og er væl fyri. Stovnsuppbýtið av brosmu er ikki kent til fulnar og í ICES verður brosma við Føroyar viðgjørd saman við brosmuni vestan fyri bretsku oyggjarnar. Fullfíggjað stovnsmeting verður ikki gjørd av brosmu, men veiða uppá roynd hjá fiskiskipunum kann geva eina ábending um støðuna í okkara øki. Tað føroysk línuskip hava fingið í mun til royndina, er lítið broytt (ella ein lítil øking) tey seinastu árini. Hetta bendir á, at stovnurin er rættiliga støðugur.
 
Gulllaksur hevur stóran týdning fyri tey skip og fyri tær fyritøkur, ið hava loyvi til tann fiskiskapin. Stovnurin tykist at vera hampiliga væl fyri og fiskiskapurin er góðkendur sum burðardyggur av MSC.
 
Kalvin hevur verið í minking í nógv ár á rað, og neyðugt er við tiltøkum, fyri at økja um sannlíkindini fyri frægari tilgongd. Serliga eigur gýtingin at verða betur vard.
 
Á Føroyabanka bíða vit framvegis eftir góðari tilgongd av toski. Á seinastu yvirlitstroling í september 2017 sást tó toskur í øllum støddum, og ikki einans stórur fiskur, eins og vanligt plagdi at vera. Vit eru tí sera spent til næstu yvirlitstroling, ið verður í mars 2018. Viðvíkjandi hýsu, so sæst tann góði 2016-árgangurin nú aftur í yvirlitstrolingunum og nøgdin av hýsu á Bankanum er farin at líkjast tí, sum fyrr var vanligt.
 
Hav- og vistskipanir
Havstovan hevur í fleiri ár luttikið í altjóða gransking av havfrøðini í Norðuratlantshavi, og 2017 var einki undantak í so máta. Eitt havfrøðiligt fyribrigdi, ið hevur verið staðfest hesi bæði seinastu árini er, at tann subpolari meldurin, ið hevur sítt miðstað í Irmingarhavinum, hevur verið óvanliga sterkur. Hetta ger, at kaldur sjógvur av arktiskum uppruna , ið hevur nógv av tøðevnum og æti í sær, verður førdur víða um, bæði vestan fyri Føroyar, framvið Føroyum og inn í Norðurhøv. Trúligt er, at hetta hevur góða ávirkan á uppsjóvarfiskin á okkara leiðum og eigur at kannast nærri.
 
Á Landgrunninum var sera nógvur gróður í 2017. Gróðurin var líka nógvur sum tey sera góðu árini 2000 og 2001. Árini frammanundan hava vit sæð týðiligt samband millum gróðurin og fisk og sjófugl á Landgrunninum, og tað sum vit higartil hava sæð, tykist hetta eisini at hava verið galdandi hesaferð. Væl kom undan, bæði av sjófuglapisum og av yngli (íroknað nebbasild og hvítingsbróðri) og botnfiskurin hevði nógv at eta.
 
Gransking og førleikamenning
Samanlagt luttók Havstovan í 16 ymiskum granskingarverætlanum í 2017. Verkætlanirnar eru fíggjaðar av ES-granskingarsamstarvinum, donsku stjórnini, Fiskivinnuroyndum, Granskingarráðnum, Norðurlandaráðnum og yvir játtanina á fíggjarlógini.
 
Ein granskari vardi sína PhD-ritgerð í 2017 á Fróðskaparsetrinum, við gransking á Havstovuni sum grundarlagi. Sólvá Eliasen hevur granskað í gróðri á Landgrunninum, og hvussu havfrøðilig viðurskifti ávirka gróðurin. Tveir aðrir granskarar eru í PhD-útbúgving.
 
Havstovan hjálpir fegin PhD-, MSc- og BSc-lesandi við verkætlanum, vegleiðing, arbeiðsumstøðum og at finna fígging. Hetta hevur týdning fyri førleikamenning og at seta við nýggjar granskarar. Um lesandi eru, ið hava hug í havfrøði ella havlívfrøði og leita eftir evnum at granska í, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Havstovuna, fyri at fáa hugskot, tilfar og vegleiðing.
 
Rannsóknarskipið
 Í farna ári bleiv sáttmáli gjørdur við MEST um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið. Skipið skal verða liðugt á sumri 2020.
 
Spennandi avbjóðingar
Árið 2017 var í stóran mun merkt av teirri politisku viðgerðini av lógini um fyrisiting av sjófeingi. Lógin er nú samtykt, og fyri framman liggur arbeiðið at fylla út teir karmarnar í lógini, ið hava við lívfrøðiliga partin at gera. Hetta verður gjørt í samstarvi við vinnu og myndugleikar.
 
Bæði rannsóknarskipið og ynskið frá myndugleikunum, um størri áherðslu á gransking og stovnsrøkt, bera boð um eina spennandi framtíð, sum Havstovan fer undir við góðum treysti.  
 
Havstovan takkar fiskivinnuni fyri gott samstarv í farna ári, við ynskjum um eitt gott komandi ár.