Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin, Jákup Suni, Røkt ella SEV

Johan Dahl, landsstýrismaður, ger viðmerkingar til grein í Sosialinum mikudagin 19. mars 2014. Heðin Mortensen sigur:

“Kommunurnar hava sett SEV á stovn. Tær hava goldið tað, tað kostar og fingið tað at rigga. Allar íløgur, sum eru gjørdar, og tann raksturin, sum kommunurnar hava goldið, síðan SEV varð sett á stovn, skulu kommunurnar hava endurgjald fyri, um landið ætlar at yvirtaka SEV... Talan er um nógvar 100-tals milliónir...”

Brúkarin hevur goldið SEV

Tað er ikki rætt, at kommunurnar hava goldið fyri íløgur og rakstur hjá SEV. Eginognin hjá SEV er komin av inngjøldum frá brúkarunum, og ikki kommununum, burtursæð frá upprunaegininnskotinum sum samanlagt var umleið 4 mió. kr.

Ein møgulig broyting av eigaraviðurskiftunum eigur einans at fara fram, um tað verður landið, ið verður nýggi eigarin, og við tí fortreyt, at peningur ikki verður tikin úr skipanini við flytingini av eigaraskapinum. Avgerandi er, at tey virðir, sum eru skapt gjøgnum virksemið hjá SEV, og sum eru goldin av elbrúkarunum, vera verandi í SEV. Um peningur verður tikin úr skipanini og fluttur kommununum, vil tað svara til, at el brúkarin, sum einaferð hevur goldið fyri SEV, skal rinda einaferð afturat.

Kommunal luttøka í veitingarvirksemi kann sum grundregla bert fara fram við tí endamáli at uppfylla borgarans tørv á ávísu veitingini. Endamálið hjá kommununum er ikki búskaparligur vinningur til kommunukassan.

Verða broytingar gjørdar í eigaraviðurskiftunum hjá SEV, soleiðis at landið kemur at yvirtaka SEV, heilt ella partvíst, verður talan ikki um eina vanliga sølu av SEV, men um eina lógarreguleraða uppgávuflyting frá kommununum til landið.

Elveiting verður mett sum ein av teimum mest týðandi samfelagsuppgávunum í samfelagnum í dag, og samstundis verður staðfest, at samanfall er ikki millum avgerðarrætt og ábyrgd innan elveitingarøkið. Týdningarmikið er, at yvirskipaði politikkurin á orkuøkinum og eftirfylgjandi avgerðir og handlingar fylgjast. Ein av høvðusaktørunum og tann, sum hevur eina mest ávirkan á orkuøkið, er SEV.

Viðmerkingar til Jákup Suna:

Í Føroyum er sera avmarkað kapping galdandi innan eløkið, nevniliga í tilgongdini, tá ið loyvi (vindloyvi) verða boðin út. Ongin verulig kapping er annars galdandi, hvørki á framleiðslusíðuni og enn minni á netsíðuni.

Eitt av aðalendamálunum í elveitingarlógini er at tryggja, at aðrir framleiðarar enn SEV fáa møguleika at fáa loyvi til elframleiðslu, tó við neyðugum fyriliti fyri m.a. framleiðslukostnaði/elprísi og veitingartrygd. Tvey útboð hava verið av loyvum til elframleiðslu úr vindorku, og hevur SEV vunnið bæði hesi útboðini.

Soleiðis sum bygnaðurin hjá SEV er í dag, har SEV einsamalt og við somu persónum stýrir bæði net- framleiðslu- og søluparti, og sjálvt setir treytir fyri íbinding av nýggjum framleiðarum í elnetið, ja so hevur SEV í útgangstøðinum ein stóran fyrimun í kappingini um nýggj elframleiðsluloyvi.

Ein av uppgávunum hjá landstýrismanninum/myndugleikanum er sakliga at tryggja, at neyðug fyrilit verða tikin í kappingini um nýggj framleiðsluloyvi, soleiðis at veruligar og reellar umstøður verða skaptar fyri, at nýggir elfremleiðarar kunnu fáa loyvi, soleiðis sum elveitingarlógin miðar eftir.

Tað er sostatt ikki ein spurningur um, hvørt landstýrismaðurin heldur við Røkt ella er ímóti SEV, men tvørtur ímóti at tryggja veruligar møguleikar fyri kapping innan elveitingarøkið.