Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen, borgarstjóri: Kostnaðurin fyri flogvøll ikki ræðandi

1,7 miljard fyri ein 2,7 km langan altjóða flogvøll er ikki nakað ræðandi tal í hesum tunnilstíðum. Og hvør sigur, at kanningar ikki fara at vísa, at ein tílíkur altjóða flogvøllur fer at verða fíggjarliga burðardyggur, og at áhugaðir íleggjarar finnast í rúgvuvís?

Øll eru helst troytt av at hoyra um floglíkindi og reglusemi. Men vit kunnu staðfesta eitt – høvdu oyggjaleikirnir verið í Føroyum í 2013, so hevði tað verið ein skandala. Og tað er við bivandi hjarta, at nakar fer undir at fyriskipa altjóða tiltøk í Føroyum undir verandi umstøðum.

Samstundis sum vit hava upplivað ringastu floglíkindi í minniligar tíðir, so verður róð framundir, at Tórshavnar kommuna hevur slept ætlanunum um flogvøll á Glyvursnesi, nú arbeiðið við at gera golfvøll av álvara er farið í gongd og ætlanir um útbygging av Tórshavnar havn eru almannakunngjørdar.

Veruleikin er ein heilt annar. Lat okkum skjótt taka samanum fakta um flogvøllin.

Glyvursnes best egnað

Í frágreiðingini hjá Vinnumálaráðnum og Landsverk frá 2010 um flogvøll á Glyvursnesi varð mett, at ein 2,7 km langur flogvøllur fór at kosta 1,7 miljard og ein 1,8 km langur vøllur fór at kosta 980 miljónir. Nú vit dagliga tosa um miljardaupphæddir í sambandi við undirsjóvartunlar, ljóðar hetta ikki longur so øgiligt.

Í kanningunum er ongin ivi: Glyvursnes er tað plássið, sum staðfrøðiliga er best egnað til at byggja ein langan flogvøll, sum lýkur øll myndugleikakrøv til inn- og útflúgving og til lendið nærhendis vøllinum.

Landsverk hevur eisini kannað fleiri onnur uppskot, sum hava verið frammi, men niðurstøðan var, at talan ikki var um realistiskar møguleikar, serliga tí lendið uttanum vøllirnar á hesum støðum og í inn- og útflúgvingarøkjunum er ov høgt. Hetta er staðfest av bæði norskum og donskum serfrøðifyritøkum.

Veðurfrøðiliga niðurstøðan eftir drúgvar veðurkanningar vísir eisini, at tað ber til at økja um reglusemið í flúgvingini millum Føroyar og útlond við at byggja flogvøll á Glyvursnesi, sum heldur ongar turbolenstrupulleikar hevur.

Endaliga niðurstøðan hjá Landsverk í kanningini í 2010 var, at tað serliga við Glyvursnesi í mun til hinar møguleikarnar er, at her ber til at longja fløgvøllin heilt upp í 2,7 kilometrar og tí er henda loysn tann best framtíðartryggjaða.

Harumframt er ongin trupulleiki við turbolensi, sum er ein av trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík.

Í fjør kom nýggj frágreiðing um reglusemið í sambandi við turbolens, har kanningarnar umfataðu Vágar, Søltuvík og Glyvursnes. Niðurstøðan er stutt og greið: ”Av teimum trimum plássunum, sum eru kannað, er Glyvursnes best egnaða stað til alternativan flogvøll!”

Flogvøllur parturav ætlanunum

Vit eru farin í gongd at gera golfvøllin, sum er ein treyt fyri, at vit fáa oyggjaleikirnar hendavegin í 2019. Samstundis hava vit samtykt at fara undir at víðka Tórshavnar havn og at taka grótið til endamálið av Glyvursnesi. Og havnarborgarar kunnu kenna seg púra fullvísar um, at vit taka atlit til ein komandi flogvøll í hvørjum sindri, vit gera á Glyvursnesi.

Kostnaðurin fyri ein flogvøll virkar ikki serliga ræðandi í dag. Og hvør sigur, at kanningar ikki fara at vísa, at ein tílíkur altjóða flogvøllur fer at verða fíggjarliga burðardyggur, og at áhugaðir íleggjarar finnast í rúgvuvís?

Ein flogvøllur á Glyvurnesi fer at krevja nógv lendisarbeiði. Hesum taka vit atlit til í øllum, vit gera í løtuni. Og eg havi áður víst á, at tá vit nú skulu undir stórarbeiði við hópin av maskinum í økinum, so skal vera løgið, um ikki eitt fyrireikandi arbeiði til flogvøll samstundis fer í gongd í økinum.

Málið verður tikið upp av álvara í býráðnum í heyst.

Heðin Mortensen

borgarstjóri