Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin Mortensen fingið hægstu viðurkenning frá Lions

Á samkomu í Lions Tórshavn í leygarkvøldið handaði Niels Andreas Joensen, forseti í Lions, Heðini Mortensen, borgarstjóra, hægstu viðurkenning, ið til ber at fáa innan Lions, "The Melvin Jones Fellowship Award". Heiðurslønin verður veitt limum, sum eru ímynd av "lionismu", og sum við teirra tænastu í Lions eru fyrimyndir í klubbanum og í tí samfelagi, teir tæna. 

Í skjótt eina øld hevur Lions Club gjørt stórt vælgerandi arbeiði kring allan heim. Lions í Føroyum varð stovnað í 1966. Felagsskapurin verður sostatt skjótt fimti ára gamal. Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdist limur í 1974.

Sum aðrastaðni er høvuðsendamálið hjá føroyska felagnum at gjørt verður eitt ósjálvsøkið, mannavinarligt arbeiði í lokalum klubbum, hvørs endamál frá byrjan hevur verið at arbeitt fyri medmenniskjum, ið høvdu tørv á hjálp , bæði heima og úti í heimi.

Borgarstjórin er sera glaður fyri at hava verið partur av Lions hesi nú yvir 40 árini.

- Ikki bert er Lions ein sera kammerátsligur klubbi, men allir limir eru altíð samdir um endamálið, sum er at hjálpa, har sum tørvur er. Eg minnist serliga átøk sum, at Lions útvegaði sjónvarpstól til ellis-, røktar- og hvíldarheim, og tá vit stuðlaðu uttanlands, eitt nú í Íslandi, tá vit stovnaðu Krabbameinsfelagið og skipaðu átakið Nei til Narko.

- Eingin ivi er um, at slíkt arbeiði hevur stóran týdning fyri eitt og hvørt samfelag, og eisini her heima hjá okkum hevur Lions verið ímynd av einum stórum og góðum innsatsi, ið er til stórt gagn, sigur borgarstjórin, sum eisini hevur sitið eina setu sum forseti Lions.

Um hesa stóru viðurkenningina sigur Lions: "The Melvin Jones Fellowship Award, presented by the Lions Club International Foundation (LCIF), is the highest form of recognition and embodies humanitarian ideas consistent with the nature and purpose of Lionism. The recipients of this award are model Lions because of their exemplary service to their club and the community which it serves."