Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin og altjóða flogvøllurin

Nú skulu Havnafólk veruliga til at ansa sær. Tí sambært borgarstjóranum, so verður so tætt í millum flogførini á einum møguligun flogvølli á Glyvursnesi, at tað verður sum tá ið terna skjýtur seg niður í at verja sínar ungar.

Í millum annað í grein á Vágaportalinum sigur hann, citat: Ein ætlan um ein altjóða flogvøll má innibera , at vit finna áhugaðar íleggjarar kring allan heim, sum hava áhuga í at millumlenda, at flyta farm/ella ferðafólk.

Tað eru í dag 48.346 sálir ið búleikast her. Og tað er Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum eg annars havi stóra virðing fyri , noyddur at fyrihalda seg til. So at geva fólki tað fatan av, at tað verða alttjóða íleggjarar ið skulu spaða til, um " altjóða flogvøllurin" skal gerast veruleiki, tað sigur mær so mikið, at eingir fíggingastovnar her á leið kemur at fíggja ein alttjóða flogvøll.

Í næsta reglubrotið stendur í millum annað, citat: Ein ørgrynna av flogførum við túsuntals av ferðafólkum og tonsun av farmi flúgva uupi yvur høvdinum á okkum hvønn dag. Tað kann meira enn so vera, at fleiri av hesum hava áhuga í at millunlent eftir farmi ella bert " til bunkring og tænastir " .

Álvaratos Heðin, um hetta ikki er visionert vrøvl, so veit eg ikki hvat ein kann kalla tað. Bert brotið um, at stór flogfør koma úr øllum ættum, skjóta seg niður á Glyvursnes til " at bunkra ella aðrar tænastur ", tað er heilt einfalt, eitt fata morgana, ella á góðum føroyskun , ein hvørvusjón.

Ja, tað er ikki serliga visionert, at ein ikki skuldi trú, at forsprákarin fyri "altjóða flogvøllinum" hevði so út av lagið vánalig argument, sum her verður borðreitt við. Hvørja eru hesar tænastur, og hvørji eru hesi fólk og feløg, sum hava fyri neyðuni, at kempustór flogfør, tað veri seg, fraktflogfør eins og onnur stór flogfør, av fíggjarligum áhuga skulu millunlenda á Glyvursnesi. Hetta er sum maðurin segði hol í høvdið. Og tað verður eingin útflutningsfyritøku, tað veri seg til laks, ella annan flutning, íð leigar eitt flogfar til einvegis ferðslu til Amerika við farmi, tí tað ber seg snøgt sagt ikk til fíggjarliga.

Í sama reglubrotið stendur, citat: Oljuvinnan kann knappliga seta ovurhonds krøv til luftflutning, ferðavinnan kann eisini fáa størri flog eitt nú við eindagsturistun og golfturistun v.m. ** So speirekur borgarstjórin, at tað er við bivandi hjarta, at nakar í dag undir verandi um støðum fer undir at fyriskipa altjóða tiltøk í Føroyum, so vita vit tað.

Hvat fara golfturistarnir at siga, tá teir eftir at vera komnir til Føroyar, ikki síggja golfvøllin, eins og teir ikki síggja fram fyri seg, so tjúkt var tað í mjørka á Glyvursnesi. Og hvat sigur Oyggjaleikanevndin, um mjørkin liggur tættur á Glyvursnesi, tá nevndin er komin til tess at taka støðu til, hvørt ein golfvøllur verður veruleiki ella ei.

Lars Larsen sum framvegis í dag er á lívið, og Hugo Fjørðoy, sáli vóru visionerir. Og teirra visiónir fluttu tað føroyski samfelagi áratíggjir fram í tíðina. Miðstarkreftirnar eiga at ásanna, at teir hava sovið í tímanum, og at alt tos um, at niðurleggja virksemi í Vága Floghavn, nú eftirhondini nærum líkjast fjákalótur.

Frank Davidsen