Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin sigur kortanei til skerjingar á túratali út í Hest

- Longu fleiri ár áðrenn Sandoyartunnilin kemur igjøgnum og almenna siglingin út í Hest harvið verður niðurløgd, verður Hestsleiðin skorin so inn á bein, at livandi verður ikki í oynni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum krevur fund við strandferðslustjóran og landsstýrismannin í samferðslumálum beinanvegin.

- Eg verði noyddur at spyrja einaferð enn, um tinglimir í Suðurstreymoy snorksova, meðan partar av okkara øki verða avtoftaðir. Sandoyartunnilin mátti ikki leggjast um Hest, og longu nú verður siglingin út í Hest skorin inn á bein. Tá tunnilin einaferð kemur, kann tað almenna bara avtaka siglingina heilt, tí tá er oyggin avfólkað kortini.

- Tað er rætt, at fólkatalið í Hesti er minkað nógv seinnu árini, og meðalaldurin nærkast skjótt pensjónsaldri. Vinnuligt arbeiði er at kalla onki, so tað er greitt, at bygdin og oyggin hevur stórar avbjóðingar fyri framman. Men so leingi vilji er at gera nakað, eigur tað almenna ikki at ganga undan at avfólka bygdina.

Møguleikar í Hesti

- Sermerkt fyri bygdina er, at hóast hon stendur nærum manntóm, so er ikki eitt einasta hús til sølu. Fólk vitja út vikuskiftini, til høgtíðirnar er nógv fólk, og um summarið kókar bygdin av fólki. Bygdin sjálv er eisini rættiliga innbjóðandi, rein og vøkur og fekk heiðurin sum best røkta bygd í 2012. Og nú á jólum verður lív aftur í bygdini.

- Fyri stuttum skipaðu vit fyri borgarafundi í bygdarhúsinum í Hesti. Her komu nógv hugskot fram og bygdarfólkini vóru samd um, at tað sum krevst, er dagligt virksemi í oynni. Tey eru líkaglað, um fólk sova í Havn ella aðrastaðni, bara lív og virksemi er í bygdini um dagin.

- Tí er eitt summarhúsøki við kolonihavum so serliga vælkomið. Sum ein bygdarmaður tók til á borgarafundinum: ”Almennu myndugleikarnir hava gloymt, hvørjari tíð vit liva í. Fáa vit betri dagligt samband, so hórar bygdin helst undan, kemur tunnilin upp her, so kemur alt annað av sær sjálvum!” Men nú vit vita, at løgtingsmenn hava avgjørt, at tunnilin ikki kemur upp í Hesti, tess týdningarmeiri er, at sambandið sjóvegis er nøktandi.

Sera spennandi hugskot

- Tað skortar ikki við hugskotum. Summarhúsini og kolonihavarnar er Tórshavnar kommuna við uppá. Húsini skulu vera smá og krútsterk, so tey tola gjøgnumtrekkin í Hestsfirði. Gamla Fiskahúsið verður í løtuni gjørt klárt til at verða altjóða atelier, har vitjandi úr øllum heimi koma at arbeiða og sýna síni kynstur. Ætlanir eru um bygdasavn, renovering av toftum, skelting, at seta gomlu gøturnar í stand og gera heimasíðu fyri oynna.

- Umframt hetta var uppskot frammi um at fáa skúlar, dagsstovnar og privat feløg at leggja skeiðvirksemi í oynni, gongufeløgini sýna stóran áhuga, áhugi er fyri bæði kaving og at troyta bjørgini, og skiparin á Norðlýsinum er fullur av hugskotum um víðkaða ferðavinnu í Hesti. Oyggin hevur haraftrat nøkur av bestu seiðabergsplássum í landinum og eina annars sera vakra og ikki minst reina náttúru.

- Bygdin fekk fyrraárið heiðurin sum best røkta bygd. Hvørt einasta tún er asfalterað. Vøkru steinlaðingarnar við malargróti eru víða kendar. Her er sjáldsama reint. Men her er eisini alt meira tómligt.

- Fyri bygdarfólkið er als ongin ivi um, hvat skal til. Ongin teirra væntaði at fáa tunnil. Tey valdu at trúgva á hina loysnina, sum í Hesti eitur rætt og slætt ”tilkalling”. Tað merkir stutt og greitt, at til ber at fáa Teistan út, tá tørvur er á honum.

Einføld loysn

- Sum er sova fleiri fastbúgvandi ikki í oynni, tí tað er púra vónleyst at koma úr oynni og aftur í oynna sama dag, um arbeiðast skal fulla tíð eitt nú í Havn. Tí er tað so ómetaliga einfalt – skulu fólkini fáast at búgva fast í oynni, so er trupuleikin stórt sæð loystur við eini tilkallingarskipan.

- Sum eina roynd heitti eg sum borgarstjóri á bæði Strandferðsluna og landsstýrismannin í ferðslumálum, um skjótast at finna eina loysn. Men her er ongin hjálp at heinta. Nú verður Hestsleiðin tvørturímóti skorin heilt inn á bein, Túrarnir kl. 14.30 týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag eru tiknir burtur og postrutan kl 08.45 er vorðin tilkalling.

Hetta ber als ikki til, og eg havi tí kallað inn til ein kreppufund um málið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann leggur aftrat, at tað órógvar hann enn meira, at ikki ein av borgarstjórunum í Sandoynni, sum hava havt samrøður við almennu miðlarnar, hava nevnt Hest við einum einasta orði. Tað er, sum oyggin ikki er til í teirra hugaheimi.