Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN STILLAR UPP

Eg hava játtað at stilla upp, tí eg haldi, at Havnin er ov veikt umboðað á Løgtingi, sigur Heðin Mortensen 

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum

-          Javnaðarflokkurin hevur heitt á meg, sum næstformann, at stilla upp til løgtingsvalið. Tað havi eg játtað, tí nú mugu allar kreftir standa saman fyri at gera tær broytingar, sum borgarin hevur tørv á. Og vilt tú fremja broytingar, so mást tú verða har, sum avgerðirnar verða tiknar.

 Tað sigur Heðin Mortensen, sum stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.

 - Sum løgtingsmaður fari eg sjálvsagt at umboða alt landið, og tað eri eg eisini vanur við, bæði sum formaður í Kommunufelagnum, næstformaður í Javnaðarflokkinum, og í sambandi við tær nógvu umboðandi uppgávurnar, Tórshavn sum høvuðstaðarkommuna hevur.

 Men umstøðurnar hjá høvuðsstaðnum eru kortini ein orsøk til, at Heðin Mortensen stillar upp.

 - Tað er ongin loyna, at vit í Tórshavnar kommunu stundum eru ónøgd við ta viðferð, kommunan fær í og av løgtinginum, sigur hann.

  - Vit hava í áravís ligið í stríði um fleiri ítøkilig mál, eitt nú um innkomuvegin til høvuðsstaðin, sum skal gerast í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 Harumframt harmar tað okkum at síggja ta miðvísu niðurlaðingina av almennum stovnum í Havnini. Sum dømi kann eg nevna Landssjúkrahúsið og Vinnuháskúlan.

 - Eg haldi sum heild, at tað mangla røddir, sum vilja høvuðsstaðnum væl, í løgtinginum. Vit byggja einki upp við at laða nakað annað niður. Land og høvuðsstaður skulu styrkja hvørt annað – ikki vera mótsetningar.

 Sum dømi um, at tað kann vera ein fyrimunur at vera í bæði kommunupolitikki og landspolitikki nevnir Heðin eldraøkið.

 -          Tað er nógv lógarsmíð eftir at gera á eldraøkinum, sum jú er lagt út til kommurnar at umsita. Men lógirnar skulu gerast á løgtingi.

-          Tað er avgerandi fyri kommunurnar – ikki bara Tórshavnar kommunu – at hetta kemur í rættlag. Tí er tað ein fyrimunur fyri borgaran, at eitt umboð fyri ta størstu kommuna eisini kann vera við til at smíða hesar lógir á Løgtingi.

Heldur fram á Vaglinum

Heðin gevst ikki sum borgarstjóri, um hann verður valdur á Løgting.

 - Eftir løgtingsvalið havi eg bert eitt ár eftir av hesi setuni sum borgarstjóri. Tað árið megni eg saktans at røkja bæði størvini, tað er bara ein spurningur um raðfesting, sum tað er hjá øllum hinum kanska 10 borgarstjórunum, sum eisini stilla upp, sigur hann.

 Sami arbeiðsháttur

Heðin er kendur fyri at fáa tingini at henda, heldur enn bert at tosa um tey. Og tað verður sami arbeiðsháttur á Løgtingi.

 -          Eg haldi eg í Býráðnum havi víst, at tað ber til at gera ábøtur, broytingar og fáa ting at henda, sum bøta um trivnaðin og gagna vanligum fólki. Tað er tað, sum politikkur snýr seg um fyri meg: Minni snakk og fleiri úrslit. Og tað verður sama kós, eg fari at halda á Løgtingi.