Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heðin vann býráðsvalið

Fyri fyrstu ferðina nakrantíð kann ein flokkur einsamallur skipa samgongu í Føroyum, men mest sannlíkt er, at Heðin Mortensen, tekur Sambandsflokkin og møguliga eisini Tjóðveldi, við sær, men tað velst helst eisini um telving.

Kongurin ella keisarin í Havn, hevur verið brúkt um Heðin Mortensen, síðani hann í gjárkvøldið, skrivaði søgu, tá hann fekk ein meiriluta upp á sjey býráðslimir. Hetta gjørdi eisini, at hann róliga kundi leggja seg at sova, uttan at óttast fyri, at onkur annar hevði tikið hann av bóli í morgun.

Annfinn Brekkstein, hevði undir valstríðnum, peikað á Heðin Mortensen, sum borgarstjóra. Tjóðveldi førdi valstríð uppá at samgongan átti at halda fram, men noktaði at peika Heðin út sum borgarstjóra, sjálvt um hanhn var nógv størstur favoritturin.

Men Heðin Mortensen, hevur buktina og báðar endarnar, og hevur eisini eina ynskistøðu, tá talan er um samráðingar um samstarv við Tjóðveldi og Sambandsflokkin.

Aðrastaðir í landinum er talvi hjá øðrum munandi meira torført. T.d. er Rósa Samuelsen, komin sær fram á fremstu rók í Vágunum, og kann tveita verandi borgarstjóra av pinninum í felagskommununi. Sjálvt um Ellefsen, gjørdi eitt gott val, so fekk listin ikki ein avgjørdan meiriluta.

Á Tvøroyri vann Kristin Michelsen, stórt, meðan Vágur fekk ein akademikara, sum fremsta mann. Dennis Holm, ætlar at hava stórar dreymar. Um hetta gevur mettuna og framburð, hevur hann so eftir at prógvað.

Í Klaksvík, situr Gunnvá við Keldu, ikki trygg, sjálvt um hon gjørdi eitt persónliga gott val. Hon hevur alla orsøk at stúrast fyri, at verða hildin uttanfyri av hinum flokkunum, sum ikki hava dult fyri, at Jógvan kann fáa borgmeistarastólin í boði.

Talibanar í Runavík

Sum viðmerkarin í sjónvarpinum, Jóannes Hansen, orðaði tað, so endaði valið í Runavík við einum taliban-stýri. Har var nevniliga bara ein kvinna vald. Restin vóru mannfólk.

"Partisanurin" í økinum, Tórbjørn Jacobsen, gjørdi eitt gott val við 181 persónligum atkvøðum og nývaldur býráðslimur, men hann vikaði ikki lambamannin, sum efkk omanfyri 300 atkvøður.