Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEÐIN VERÐUR Á LANDI

- Vit mugu hugsa okkum um og sláa kalt vatn í blóðið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir at Jógvan Skorðheim hevur boðið Heðini Mortensen at leypa á bláman.

Fleiri hava seinastu dagarnar lopið á sjógv, filmað hendingina og lagt hana á Facebook. Men borgarstjórin í Havn fer ikki at leypa á sjógv eftir áheitan frá Jógvani Skorðheim.

- Eg havi fingið eina áheitan um páskirnar. Men eg haldi ikki, at tað er rætt at leika soleiðis í. Hetta kann enda við, at onkur kemur illa til skaða. Tí taki eg ikki av hesi avbjóðing.

Borgarstjórin vísir á, at hann altíð er til reiðar at taka ímóti avbjóðingum, men hann heldur ikki, at tað er rætt at leypa framav, bara tí eitt rák tekur seg upp.

- Mær hevur altíð dámað væl at kappast og geri tað framvegis. Men tað, sum vit síggja nú, haldi eg er fjákut. Vit politikarar hava eisini eina ábyrgd at hugsa okkum væl um og ikki handla í óðum verkum. Tí verði eg verandi á landi.