Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilbrigdi er við eitt vegamót

Allir vegir føra í Norðurlandahúsið; stásiliga mentanarhúsið við Norðara Ringveg í Havn. Ja, soleiðis kundi tykjast leygardagin, tá fólk úr nærum øllum herðashornum vóru komin at heiðra viðgerðarstovnin Heilbrigdi á Velbastað, ið helt 25 ára stovningardagin. Eisini var onkur komin heilt av flatlondum.

Hetta taka vit sum eitt stórt herðaklapp. Har vóru fleiri hundrað alkoholikarar, misnýtarar, og familjur teirra. Nógv teirra søgdu, at tey byrjaði eitt nýtt lív á Heilbrigdi; tað lívið, sum tey mangan droymdu um, meðan rúsurin hevði fremstu raðfesting í lívinum. Velbastaður var fyrsti varðin á leiðini út í ljósið, ein kjansur afturat.

Uttan sammeting var brosið mest nýtta samskiftisamboð leygdardagin. Nógv hittust aftur eftir fleiri ár uttan samband og eisini vórðu vinarbond knýtt hetta kvøldið. Nevndin og starvsfólkini á Heilbrigdi vilja takka fyri góðu undirtøkuna, ið er sera motiverandi fyri okkara framtíðar virksemi.

Heilbrigdi hevur visjónir um eina framtíð, har viðgerðir eisini kunnu veitast avvarðandi. Tey avvarðandi er slept upp á fjall og tað kann ikki halda fram. Fyri hvønn alkoholikara ella misnýtara eru fleiri familjulimir og møguliga onnur, ið verða sjúk av at liva saman við alkoholikaranum, og hesi hava eisini stóran tørv á hjálp. Alkoholisma er ein familjusjúka. Men við núverandi hølum og orku ber hetta als ikki til. Harafturat eigur viðgerðartilboðið til ungdómar at vera dagført javnan, tí misnýtslumynstrið broytist alsamt. Eisini kundu vit hugsað okkum at verið meira virkin í upplýsingararbeiði okkara, til dømis úti í skúlum og á øðrum stovnum.

Fleiri av okkara ynskjum vórðu tikin við sum evnir í pallborðskjakinum leygardagin. Politikararnir í panelinum avdúkaðu, at hesin partur av heilsuøkinum als ikki verður raðfestur innihaldsliga. Løgtingið játtar á hvørjum árið pening til viðgerðarstovnarnar í Føroyum, men ongar tørvs- og eftirmetingar verða gjørdar. Jenis av Rana og Høgni Hoydal hildu, at her má vend koma í. Okkara meting er, at teir væl skiltu, hvussu álvarsamt misnýtsluøkið er, og at viðgerð riggar. Fíggjarliga er tað eisini ein íløga, ið fleirfalt verður borin aftur til samfelagið gjøgnum skattin.

Samanumtikið hepnaðist skráin leygardagin sera væl. Alkoholikarar og avvarðandi høvdu framløgur um lívið fyrr og nú; ein lækni greiddi frá likamligum avleiðingum, lisið varð úr kendu lagnusøgunum hjá Märthu Tikkanen; landsstýrisumboðið helt røðu; pallborðskjak var seinnapartin; og Bogart alias Ole Michelsen tosaði um lívsdygd í edrúa lívinum. Eisini røddu stjórin, nevndarformaðurin, og sjúkrasysturin á Heilbrigdi, og vísur hjá kára p. vóru at hoyra. Um náttina spældu Tvey av Kamarinum til dans, og brosið var framvegis intakt, tá fólk fóru heim um tveytíðina sunnunáttina. Eitt ósjónligt band er millum hesi fólk, ið vita hvat veruligt myrkur er fyri nakað.

Enn einaferð stóra takk fyri.

Við vón um framhaldandi samanhald, og at politisku mynduleikin tekur tørvin í álvara.

Árni Rein, leiðari á Heilbrigdi.