Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heildarætlan fyri Vágsbotn - Skinnarasker

- Hetta er framhald av tí útviklingi, sum longu er í økinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Býráðið samtykti í fyrrakvøldið eina heildarætlan fyri økið frá Vágsbotni til Skinnarasker/Rasmusarbrúgv.

Býarskipanardeildin hevur gjørt eitt uppskot til heildarætlan fyri økið. Fyri at skapa eina størri heild í økinum við útvendum virksemi allan vegin fram við bryggjuni verður skotið upp at seta eina nýggja áseting sum er, at krav verður um, at niðasta hædd skal nýtast til útvent virksemið.

Hetta merkir ikki at teir bygningar sum í løtuni hava skrivstovur ella annað í niðastu hædd, skulu broyta virksemið. Men um eitt nýtt leigumál kemur inn í bygningin á niðastu hædd, skal hetta hava útvent virksemi, t.d. kafé, matstova, handil v.m.

Økið úti á Bakka, har neystini liggja, er í serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og Reyn C4 øki ætlað til Almenn endamál og bústaðarendamál.

Fyri at menna ferðafólka- og býarlívið varð skotið upp at broyta byggisamtyktina við at leggja økið úti á Bakka sum eitt neystaøki við ásetingum um nýtslu av neystunum til frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum hevur við sjógvin at gera, t.d. kappróður og kajakk, og til onnur ting sum kunnu menna ferðafólka- og býarlívið her, t.d. felagsskapir av ymiskum slag. 

- Her er longu ein spennandi útviklingur í økinum, og áhugin er stórur. Nú hava vit greiðar reglur fyri økið og lættari verður av avgreiða málini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.