Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilivágsnýtslan í alivinnuni er nú almannakunngjørd

Heimasíðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu almannakunngerð nú nýtslu av heilivági, ið verður brúktur í sambandi við aling av laksi.

Neyvt yvirlit yvir nýtsluna av heilivági í føroysku alivinnuni er nú tøkt á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni.

Í yvirlitinum sæst, hvat aliøki talan er um, hvør loyvishavarin er, nær og hvussu heilivágurin er latin laksinum, og at enda sæst hvussu stórar nøgdir av heilivági eru.

Privatstarvandi fiskadjóralæknar og privatstarvandi fiskaheilsukandidatar skulu skráseta allar viðkomandi upplýsingar í elektronisku aliskipanini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, tá heilivágur verður latin laksinum.

Yvirlitið á heimasíðuni www.hfs.fo verður dagført so hvørt, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest viðgerðir í elektronisku aliskipanini.

TALGILD SKIPAN
Landstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum avgjørdi í 2017, at upplýsingar um nøgd av laksi, tal av laksalús og heilivágsnýtsla í alivinnuni, skulu verða alment atkomiligur. Hetta var staðfest í kunngerð frá 29. december 2017, og sum fekk virknað 1 januar 2018.

Síðani hevur verið arbeitt við at seta skipanina í verk. Arbeiðið við heilivágsnýtsluni vísti seg at verða drúgvari enn upprunaliga hildið. Tó so, eru partar av almannakunngeðrini hvat tal av laksi og laksalýs sett í verk á www.hfs.fo nakað eftir at kunngerðin var lýst síðst í 2017.

Nú tá nýtslan av heilivági eisini er komin út á , eru kunngerðarkrøvini loksins gingin á møti.
Tú finnur yvirlitið á forsíðuni undir "Nøgd av heilivági", ella á hesari slóðini 

https://www.hfs.fo/webcenter/portal/HFS/pages_aling/alingvigerirtest?Adf-Window-Id=w2lji7ujs4&Adf-Page-Id=1

(!)
Árnafjørður
Í tíðarskeiðnum frá 17/11/2019 til 28/11/2019 var íalt brúkt 1.500 gramm av  virknað evninum Emamectinbenzoate.

Sørvágsfjørður
19/3/2020 var brúkt íalt 2 kg. av virknað evninum Azamethiphos.

Sandsvág
Í tíðarskeiðnum 14/03/2020 til 24/03/2020 var íalt brúkt 430 gramm av virknað evninum Emamectinbenzoate.