Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsa upp á nýggju TUTL heimasíðuna!

Um vit eina løtu síggja burtur frá tí, at sólarmyrkingin um eina góða viku fer at fylla klettar okkara við ferðafólki, so tykist longu, at 2015 verður eitt spennandi og minnisvert ár av øðrum orsøkum – í øllum førum fyri føroyska plátufelagið TUTL. 

Higartil í ár eru longu fleiri áhugaverdar útgávur komnar, men í dag markerar eisini dagin, tá ið TUTL alment lanserar sína spildurnýggju heimasíðu.

Í sambandi við lanseringina av nýggju heimasíðuni verður skipað fyri serstøkum lanseringstiltaki á Káta Horni kl. 17 í dag, har til ber at fáa sær ein drekkamunn og okkurt søtt til góman, og fer Benjamin at framføra nøkur løg.

-Nýggja heimasíðan er ein, sum er undir áhaldandi menning, og hevur til endamáls at blása nýtt lív í ríka TUTL katalogið online. Hon fer at fevna um fulla úrvalið av TUTL vørum og artistum,” sigur Torfinnur Jákupsson, ið m.a. stendur fyri tíðindaskrivunum frá nýggju heimasíðuni, ið hann eggjar øllum at tekna seg til.

-Tað verður lættari, kvikari og meira praktiskt fyri fjepparar og kundar at leita eftir, keypa eins og at finna fram til nýggjar artistar og tónleik við eldri eins og nýggjum útgávum, sum eru tøkar í CD, vinyl og talgildu formatunum.”

Online katalogið fevnir samstundis um allar tónleikagreinar.

-Tað fevnir um alt frá jazzi, fólkatónleiki, klassiskum, grotto, metal og rokki til elektroniskt, popp, singer/songwriter, barnatónleik, country og meira við. Skjótt verður eisini høvi at keypa ‘band merchandise’ á síðuni.”

Harafturat verða savnandi profilar gjørdir á síðuni av TUTL artistum eins og spælistøðum og upptøkuhølum kring landið.

-Og so kann eisini nevnast, at vit í tráð við eina meira langtíðar ætlan eru í ferð við at menna TUTL TV sum eina online tónleikavideorás í sær sjálvum á tutl.tv, ið verður tætt knýtt at TUTL TV rásini á YouTube. Har er nógv spennandi í umbúna,” leggur Torfinnur afturat.

Sí meir um TUTL og nýggju heimasíðuna á www.TUTL.com