Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jákup N. Olsen formaður í Krabbameinsfelagnum: Tað er ein langur teinur og til tíðir ein sera strævin túrur. Tá kann vera, at nøkur tykkara hugsa, at hetta er ov strævi - eg havi hug at gevast. Tá skulu tit minnast til endamálið við ferðini, sum er at stuðla børnum, sum hava krabbamein.

Heilsan til Team Rynkeby Føroyar frá Jákup N. Olsen formanni

Góðu tit, sum súkkla til París.

Tað er ein langur teinur og til tíðir ein sera strævin túrur. Tá kann vera, at nøkur tykkara hugsa, at hetta er ov strævi - eg havi hug at gevast.

Tá skulu tit minnast til endamálið við ferðini, sum er at stuðla børnum, sum hava krabbamein.

Vit kunnu samanbera tað at súkkla hendan teinin við at fáa viðgerð fyri krabbamein.

Munurin er tó, at tey sum fáa viðgerð hava ikki møguleikan at steðga á, tí nú er tað ov strævið. Um tey gera tað, vita tey at tað er ein spurningur um lív ella deyð.

Summi av tykkum súkkla fyri fyrstu ferð til París í ár. Men nøkur av tykkum hava gjørt ferðina fyrr og vita, hvussu strævi tað er, men tit hava mót uppá at prøva aftur.

Soleiðis er eisini við teimum, sum fáa krabbamein, nøkur skulu gjøgnum eina stravna viðgerð fleiri ferðir, og tá hava tey brúk fyri eyka styrki, tí tey vita, hvussu strævi tað er.

Í Føroyum eru tað 1 – 2 børn um árið, sum fáa krabbamein. Men tá eitt barn fær krabbamein, eru tað so nógv onnur, sum verða rakt. Bæði foreldur, systkin, ommur, abbar, skúlafelagar og vinir.

Men tit sum súkkla hjálpa teimum og lætta um fíggjarligu byrðuna, við at savna pengar inn og at tey síggja, at tit stuðla teimum.

Vegna Krabbameinsfelagið ynski eg tykkum eina góða ferð.

Takk fyri.

Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum