Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsuhúsið almenna móttøku hósdagin

Tá Tórshavnar kommuna yvirtók eldraøkið frá landinum, valdi kommunan í sambandi við fyrireikingarnar at hugsa nýtt og at skipa økið heilt av nýggjum í stovninum Heilsu- og umsorganartænastan. Ein týðandi liður í hesi nýskipan er Heilsuhúsið, sum er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Nú hósdagin kl. 15 er almenn móttøka í Heilsuhúsinum.



Heilsuhúsið er tvørfakligi snúningsdepilin fyri øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum, og er eisini inngongdin hjá borgarunum til hesar tænastur og tilboð, eins og til ráðgeving og vegleiðing annars. Heilsuhúsið heldur til í gamla realskúlanum mitt í býnum, sum hevur góðar atkomumøguleikar, bæði frá Tórsgøtu og Tróndargøtu. 



Nú er klárt at fara í gongd. Realskúlin er góður karmur um virksemið, og ein av stóru og prýðiligu miðbýarbygningunum verður nú fyltur við aktiviteti. Lætt er hjá øllum borgarum at koma til Heilsuhúsið við bussi, bili og til gongu. Kommunan eigur søguliga húsið, sum er friðað og ístandgjørt. Fyribils verður miðhæddin tikin í nýtslu, meðan loftið eftir ætlan verður gjørt klárt seinni. 


Heilsuhúsið hevur serligt fokus á heilsustimbrandi og fyribyrgjandi partin av tænastunum og tilboðunum, eitt nú rehabilitering, tilhald, demenstilboð og røktarfakligu heimavitjanirnar.

Eini 20 starvsfólk fara at hava skrivstovu í húsinum, alt frá visitatión, skrivstovu- og móttøkufólkum og ymsum røktarfakligum toymum. Harumframt verður Heilsuhúsið miðstøð hjá heimatænastuni, sum fevnir um heimahjálparar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og fysio- og ergoterapeutar.

Heimatænastan telur umleið 40 fólk, sum dagliga møta í Heilsuhúsinum. Fysio- og ergoterapeutarnir veita eisini tænastur á búeindunum og tilboð innan aktivering. Kjarnuuppgávan er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið. 



Eisini yvirskipaða leiðslan heldur til í Heilsuhúsinum. Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild, er sett sum virkandi heilsu- og umsorganarstjóri fyri alla Heilsu- og umsorganartænastuna. Aftrat henni eru teir tríggir eindarleiðararnir Jónvør Christiansen, Jóngerð Guttesen og Maiken Olsen.