Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsuhúsið alment tikið í nýtslu

Borgarstjórin beyð øllum hjartaliga vælkomnum í gamla Realskúlan, sum nú skiftir ham til Heilsuhús. Tórshavnar býráð samtykti í januar at játta fígging til at innrætta gamla realskúlan í Tórsgøtu til heilsuhús, sum er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Í hesum sambandi endaði eisini bygningurin sína tíð sum skúli, hesi síðstu árini hevur kommunuskúlin hildið til í Realskúlanum.

- Konseptið við Heilsuhúsinum er eitt av stóru nýbrotunum innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu, sum hevur stóran týdning fyri tænastustøðið og framtíðarmenningina av eldrarøktini í kommununi. Heilsuhúsið er fyrsta samband hjá borgarunum til tænastur og tilboð, og haðani verður borgarin visiteraður til tær tænastur og tey tilboð, sum borgaranum tørvar, segði Heðin Mortensen, borgastjóri.

- Her hava vit savnað ovastu leiðsluna fyri Heilsu- og umsorganartænastuna, móttøku og borgaratænastu, tvørfakliga visitatión og alla heimatænastuna. Heilsuhúsið hevur serligt fokus á heilsustimbrandi og fyribyrgjandi partin av tænastunum og tilboðunum, eitt nú rehabilitering, tilhald, demenstilboð og røktarfakligu heimavitjanirnar.

- Heilsuhúsið verður sostatt tvørfakligi depilin fyri øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum, tað verið seg á røktarheimum, í tilhaldum ella heima hjá fólki.

- Ofta verður sagt, at lívssøgan hjá okkara eldru borgarum er týdningarmikil førningur fyri framhaldandi lívsdygd teirra. Hvør einstakur okkara hevur sína søgu og sín samleika við gleði og sorg. Lívssøgan er persónlig, men søgan hevur eisini stóran týdning fyri okkum onnur.

- Á sama hátt er við hesum húsi – hesum sera søguliga húsi, sum eg fegnist um hevur fingið eitt so gevandi innihald, sum heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri.

- Tað eru í ár júst 100 ár síðan, at Realskúlin varð bygdur her, sum tá varð ovaliga í býnum. Ja, tað kemur oftari fyri enn nú, at fólk røkka 100 ára aldur, og so er eisini við mongum av okkara sermerktu og snotiligu bygningum, ið realskúlin sanniliga eisini er.

- Tað var navnframi arkitekturin H. C. W. Tórgarð, sum teknaði Realskúlan, ið stóð liðugur í 1916. Nøkur ár seinni, í 1922, gjørdist hann borgarstjóri í Havn. Neyvan hugsaði hann um eldraøkið tá, men vit onnur kunnu enn tann dag í dag fegnast um mongu av hansara meistaraverkum, og fleiri av teimum eru beint her í grannalagnum.

- Tórgarð teknaði til dømis Sjónleikarahúsið, Nonnuskúlan, Vertshúsið og Mitens hús, sum í dag er móttøkuhús hjá Tórshavnar kommunu. Eisini teknaði hann Sjómansheimið, sum nú er Hotel Tórshavn, og Gamla Meiaríið. Alt bygningar, sum osa av søgu, og sum enn eru fullir av virksemi.

- Tit, sum fara at starvast her, tit kunnu so gleðast um hetta serliga hús og ta atmosferu, ið her er. Eg vóni tað fer at eydnast væl at hava hetta virksemið í gamla realskúlanum mitt í býnum, sum eisini hevur góðar atkomumøguleikar, bæði frá Tórsgøtu og Tróndargøtu. Fyribils verður miðhæddin tikin í nýtslu, men vit hava sett okkum fyri at innrætta loftið eisini.

- Kommunurnar yvirtóku eldraøkið fyri skjótt hálvumøðrum ári síðan. Hetta er størsta uppgáva, ið kommunurnar hava tikið á seg, men vit hava allatíðina sagt, at eldraøkið lá best í kommununum, har sum borgarin hevur tættasta sambandið til teirra, sum taka avgerðirnar, ið eru beinleiðis viðkomandi fyri tey.

- Í Tórshavnar kommunu telja vit eini 600 starvsfólk í heilsu- og umsorganartænastuni. Eg fegnist um tann eldhuga og ta nærlagni, sum tit øll leggja í arbeiðið og røktina. Tit hava hvør í sínum lagi stóran týdning fyri lívsdygdina hjá so mongum av okkara eldru, sum tørva hjálp, eins og teirra avvarðandi. Málið er, at vit øll kunnu vera virkin og vakin alt livið við støði í teimum møguleikum, vit hvør í sínum lagi hava. Takk skulu tit hava fyri tað øll somul.

- Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum og okkum hjartaliga tillukku við Heilsuhúsinum í vón um, at tit fara at trívast væl her og at tænastan verður í minsta lagi so góð, sum vit hava torað at vóna, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.