Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilsuskúlin skal ikki flytast úr Suðuroynni

Eitt úttalilsi hjá mær í løgtinginum mikudagin, og ein endurgeving av tí sama á in.fo hava skapt øsing í Suðuroynni. Fólk hava eftir øllum at døma fingið ta fatan, at eg vil flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni. Tað er ein misskiljing.

Málið snýr seg um eina nýggja útbúgving fyri hjálparfólk á dagstovnum. Skotið verður upp, at útbúgvingin skal takasta á Heilsuskúlanum, men tíverri er hon so illa fyriskipað, at eftir mínum tykki gevur tað onga meining at fara undir útbúgvingina.

Tey sum fara í skúlan skulu ganga har í 2 ár (íroknað starvsvenjing). Tað vil siga, at eitt hjálparfólk skal frásiga sær løn og liva av lestrarstuðli í 2 samfull ár, annars fáa tey einki prógv.

Aftaná hesi 2 árini er lønin tann sama sum hon var áðrenn tey fóru í skúla, og setanartreytirnar eru eisini óbroyttar. 

Framvegis verður tað soleiðis, at tvær ferðir um árið skulu kommunurnar søkja eftir námsfrøðingum, hóast hjálparfólk við 2 ára útbúgving eru í starvi. Um ein námsfrøðingur søkir um starvið, so missir hjálparfólkið sítt starv.

Um hjálparfólkið seinni ætlar á pedagogskúla, so telja tey 2 árini á hjálparfólaskúlanum ikki við. 

Mín niðurstøða var tí, at tey sum fara á skúlan fáa einki burturúr – annað enn at tey missa løn í tvey ár. Tí dugi eg ikki at síggja, at fólk fara at tíma í hendan skúlan. Tað var í tí sambandi at eg nevndi, at tað at skúlin bara liggur á einum staði (sum í hesum førinum er í Suðuroy) merkir, at tey sum ikki búgva har, fara ikki at tíma at flyta við familjuni til skúlan, sum tey einki fáa burturúr.

Hetta fekk ein journalist á in.fo at skriva yvirskriftina: ”Tað er ein forðing at skúlin er í Suðuroy”. Í greinini skrivaði hann eisini: ”Eg eri bangin fyri, at tað er ein forðing, at skúlin er í Suðuroy. Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður. Hann var framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Mentamálaráðnum um at skipa eina útbúgving um pedagoghjálpara á heilsuskúlanum í Suðuroy.”

Eg lasti ikki journalistin fyri hesi orðini, tí tað var faktist tað, eg segði. Men eg segði eisini nógv annað, sum eftir mínum tykki hevði nógv størri týdning. 

Tíverri hava fólk skilt orðini soleiðis, at eg vil flyta Heilsuskúlan úr Suðuroynni. Lat meg tí sláa fast, at tað vil eg ikki.

Heilsuskúlin skal ikki flytast.


Helgi Abrahamsen