Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heim við Eyðuni Jacobsen

- er reyði tráðurin í útgávuni “Á veg heim” 

Tað er ongin ivi um, at stóra orkan hjá Eyðuni er í tekstunum, tí eg siti við hesi kensluni, at hann hevur her valt eina útgávu við greiðum boðskapi til fólkið.

Eg styrktist eisini í hesi metingini, nú tey vóru niðri eftir fløgunum, tí hann sigur nakað soleiðis umborð á Nørrønu: 

..bjargingarbeltið er kastað út, tað er bara at taka í tað.”

Tað er ongin ivi í míni verð, at tað er eitt sera gott væl hjá Eyðuni, at hann hevur valt at leggja seg á country sjangruna, tí eg haldi henda passar væl til hansara rødd og so kemur nevndi boðskapurin eisini væl fram.

Vit kunnu so øll hava okkara meining um country og ta sjangruna, men her hevur Eyðun valt góðar einfaldar tekstir, sum ivaleyst eisini kunnu fáa fólk at taka eina persónliga støðu.

Húsin ber eini boð um tað sama, tí her hevur Eyðun latið seg í serligan búna, sum gevur ein dám og boð um hvat lurtarin skal vænta sær.

At Eyðun hevur lagt yvir um hav í Crossroads Studio og lagt upp í hendurnar á Jeff Collins, at taka sær av skipanini og at leggja tónleikin tilrættis, er eitt sera gott val.

Mær dámar eisini sera væl tónleikararnar, tí hesar hava júst tað ið skal til at fáa sangin og tónleikin upp í eina hægri eind.

Hetta er klárt ein gospelútgáva og kann so sigast, at tað ikki eru stórar variatiónirnar í teimum ymsu løgunum, men aftur her siti við kensluni, at Eyðun vil hava sín boðskap út.

Her má eg so aftur siga, at tað hevði verið stórt spell, um íløga ikki hevði verið gjørd í super amerikanska tónleikin.

Tað finnast betri sangarar enn Eyðun, men her trúgvi eg at Eyðun hevur eitt brennandi ynski um at geva alt tað hann kann – tað er stórt!

Eisini sera stuttligt og gott við gestum og kórsangarum.

Hetta er ein sera væl gjøgnumførd og eym útgáva, sum fær meg onkursvegna at minnast á gomlu dagarnar, har skipað varð fyri konsertum av ymsum slag.

Eisini siti eisini við kensluni, at hetta eisini er ein gáva til okkum, nú Eyðun fer um tey seksti – ein góð og virðilig útgáva.

Hjartaliga til lukku við útgávuni og føðingardegnum, Eyðun!

Fríðálvur A. Jensen