Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimasíðan hjá ÍSF setir fólki spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Sølvi Reinert Hansen

Heimasíðan hjá ÍSF setir fólki spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Sølvi Reinert Hansen

Navn: Sølvi Reinert Hansen
Aldur: 50 ár
Familjustøða: Giftur við Biritu Hansen. Saman eiga vit sonin Betuel 23 ár, sum saman við unnustuni Anitu seinasta ár gav okkum abba- og ommudóttrina Jónu Sól.
Útbúgving/Starv: Havi lisið samtíðarsøgu og norðurlendskt mál. Starvist sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu

 

1: Hvussu ofta íðkar tú ítrótt um vikuna og hvønn ítrótt er talan um.

Tað er nokkso ymiskt – kanska einar 3 ferðir um vikuna í miðal. Mær dámar grundleggjandi væl allan ítrótt, sum eg havi roynt. Í løtuni íðki eg mest okkurt av hesum: renning, súkkling, inniróður, hockey ella golf. Mær dámar eisini væl at spæla fótbólt, badminton, tennis og squash.

2: Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja, sum heilt lítil minnist eg serliga skúlaítróttin. Eg gekk í Kommunuskúlanum fyrstu fýra árini, har minnist eg serliga fótbólt, hondbólt og svimjing (uttandura brrr…) Eg flutti síðani til Onglands, har vit í skúlanum íðkaðu frælsan ítrótt, fótbólt, rugby, hockey og cricket. Eg kom á skúlaliðini í renning og fótbólti.

3: Hvønn týdning hevur ítróttur fyri teg og familjuna?
Ítróttur hevur altíð havt stóran týdning – og ítrótturin hevur ymsar leiklutir í lívinum til ymsar tíðir.
Sum kappingarítrótt, havi eg á ungum árum kappast á høgum støði í róðri og frælsum ítrótti. Vann okkurt FM í róðri og umboðaði Føroyar á oyggjaleikum í frælsum ítrótti.

Ítróttur sum motión er altíð góður, og har kann allur ítróttur brúkast. Tað er ikki so farligt, júst hvat tú íðkar. Tað týdningarmesta er at gera okkurt, sum tú heldur vera stuttligt, tí so er kjansurin størri, at tú heldur á at íðka. So eg havi roynt eina rúgvu av ítróttargreinum, og allar eru stuttligar.

Ítrótturin kann eisini vera sjálvboðið virksemi. Eg var ungdómsvenjari í fótbolti nøkur ár, og eisini havi eg verið ella eri í nevndum í ítróttarfeløgum, í Frælsum Ítrótti Føroya, í Ítróttasambandi Føroya og Altjóða Oyggjaleikanevndini, IIGA.

Ítrótturin kann eisini vera reint undirhald. Hesa upplivingina fái eg, tá eg eri til dyst við Løkin #samanstandavitsterk ella á Tórsvølli #samanframá, ella tá t.d. fótbóltur #HWTL, amerikanskur fótbóltur #GoHawks, olympisku leikirnir ella súkkling er í sjónvarpinum.

Sonurin hevur luttikið í flest øllum ítróttagreinum í nærøkinum, og frúan dámar væl fitness í ymiskum variantum.

4: Hvat heldur tú er týdningarmesta uppgávan/avbjóðingin hjá føroysku ítróttafeløgunum?
Týdningarmesta uppgávan hjá feløgunum er áhaldandi at hugsa um menning í breiðasta týdningi og at minnast til at seta við.

Menning av íðkarunum í felagnum – í øllum aldursbólkum og uttan mun til støði, so leingi vit hava tey. Menning av felagnum á øllum økjum. Byrjast kann við teimum økjum, sum fólk í felagnum kenna til, ella hava hug at arbeiða við.
Og so er tað tað at minnast til at seta fólk við. Mangan fyllir støðan beint nú nógv, og trupult er at finna orkuna at hugsa langsiktað. Men vit eiga støðugt at hugsa um framtíðina. Hvar er felagið um 5, 10 ella 15 ár? Hvørji fólk eru venjarar hjá okkum um 5, 10 ella 15 ár? Hvør mannar nevndina um 5, 10 ella 15 ár.

Men tað týdningarmesta fyri eitt burðardygt felag er ivaleyst at geva børnunum og teimum ungu, sum hava sína dagligu gongd í felagnum, eina jaliga uppliving. Tað eru hesi, sum gerast venjarar, nevndarlimir, hjálparfólk og ikki at gloyma sponsorar hjá felagnum um nøkur ár.