Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Tórsvøllur hugtekur meg, og tit føroyingar kunnu veruliga vera ernir av tjóðleikvøllinum.

 Soleiðis segði Heimir Hallgrímsson, venjari hjá íslendska landsliðinum í fótbólti, tá ið hann í dag kom á gátt hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 Í summar framdi hann eitt satt bragd saman við hinum venjaranum, Lars Lagerbäck, tá ið íslendska fótbóltslandsliðið bardi seg í fjórðingsfinaluna í EM í fótbólti. 

 Heimir Hallgrímsson er nú einsamallur venjari hjá íslendska A-landsliðinum, og hann er í Føroyum fyri at læra frá sær um leikhátt, leiðslu og rák í altjóða fótbólti. Luttakararnir á skeiðinum eru føroyskir venjarar við A-prógvi. 

 Heðin Mortensen og Heimir Hallgrímsson høvdu nógv at práta um í dag, bæði tí Ísland í summar var við í einum endaspæli í fótbólti á fyrsta sinni, og tí íslendsku leikararnir stóðu seg so væl.

 Heimir greiddi frá, hvussu umráðandi tað hevur verið fyri íslendskan fótbólt, at allir leikarar og øll rundanum hava arbeitt miðvíst til tess at røkka eitt nú góða úrslitinum í summar.

 - Vit hava alla tíðina arbeitt hart, og tað gera vit enn. Og so hava vit alsamt trúð uppá, at vit kunnu vinna okkum fram, segði Heimir Hallgrímsson.

 Íslendski landsliðsvenjarin hevur hugt at umstøðunum hjá føroyskum fótbólti, nú hann er her, og hann letur serstakliga væl at Tórsvølli, tí at umstøðurnar eru so góðar hjá bæði leikarum og áskoðarum.

 Heimir Hallgrímsson er í Føroyum til fríggjadagin.