Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimleiðisfundur um marknaðarføring á sosialu miðlunum

Hvat ber til, og hvat ber ikki til, tá fyritøkur nýta sosialu miðlarnar til marknaðarføring?

Hetta hevur higartil ikki verið heilt greitt, men norðurlendsku brúkaraumboðsmenninir hava nú gjørt eina felags niðurstøðu um hetta. Sostatt hava teir nú eitt felags tulkingargrundarlag, og skuldi hetta verið við til at gjørt tað lættari hjá eini fyritøku at vita, hvat er rætt, og hvat er skeivt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar týsdagin 22. mai kl. 15.00 fyri heimleiðisfundi um hetta evni. Á heimleiðisfundinum fer Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður, at greiða frá felags niðurstøðuni, og eisini fer hann at greiða frá ítøkiligum dømum um góðan marknaðarføringssið á sosialu miðlunum.

Endamálið við tiltakinum er at kunna limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag um ta felags niðurstøðu, sum brúkaraumboðsmenninir í Norðurlondum hava gjørt í mun til markanaðarføring á sosialu miðlunum.

Heimleiðisfundurin er ætlaður viðkomandi starvsfólkum í privatum fyritøkum, sum eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip ella Føroya Prentsmiðjufelag.

Tiltakið er ókeypis og bert fyri limir í nevndu feløgum.