Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimsins hægsta alda máld við Føroyar

ALDUMÁTINGAR: At ódnin hóskvøldið og náttina til fríggjadagin var av teimum allar ringastu, sæst á aldumátingunum hjá Landsverki hetta tíðarskeiðið. Útgerðin á boyuni vestan fyri Føroyar máldi eina løtu miðalalduna upp í slakar 20 metrar. Hetta er klárt føroyskt met og eftir øllum at døma nýtt heimsmet.

Kolandi ódnin hóskvøldið og fríggjanáttina fekk havið kring Føroyar at reisa hægri enn nakrantíð. Ongantíð síðani 1979, tá farið varð undir í Føroyum at máta havaldur, er miðalalduhæddin komin nær námind tí, sum hon var undir hesi ódnini. Frammanundan er hægsta miðalada við Føroyar máld til gott 14 metrar, men fríggjanáttina máldi útgerðin hjá Landsverki á boyuni vestanfyri eina løtu miðalalduna heilt upp í 19,7 metrar.

Havast skal í huga, at tá tosað verður um eina hundraðárs aldu fyri Føroyar, so liggur metingin hjá serfrøðingum millum 16 og 20 metrar í hædd, alt eftir hvør háttur verður nýttur. So at aldan vestanfyri er ein heilt serstøk hending, tykist lítil ivi vera um.

- At alduhæddin er komin upp í slíka hædd, er bæði merkisvert og sera yvirraskandi fyri okkum. Eg haldi gott, vit kunnu kalla hetta fyri eina sensatión í heimshøpi, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum hevur drúgvar royndir og stóran kunnleika til júst aldumátingar.

Bárður Niclasen á Fróðskaparsetri Føroya, ið hevur skrivað PhD í havfrøði við serfrøði í aldumodellum fyri Føroyar, heldur, at hendan merkisverda aldumátingin er røtt. Tí um somu tíð, sum boyan vestanfyri máldi 19,7 metrar, máldi boyan sunnanfyri heilt upp í 16,8 metrar. Eisini søgdu alduforsagnir hjá norska veðurstovninum, yr.no, at alduhæddin vestan fyri Føroyar kundi koma upp ímóti 20 metrum. Hann upplýsir, at hægst málda miðal aldan (Hm0), sum hann er vitandi um, er 18,5 metrar, so her tykist talan vera um eitt heimsmet.

Føroyski granskarin vísir á, at tá miðalaldan er umleið 20 metrar, kunnu stakar aldur koma heilt upp í 30-40 metrar, so møguliga hevur boyan vestanfyri eisini mátað hægstu einstøku aldu nakrantíð. Hetta er umleið tað hægsta, sum til ber at máta við mátiútgerðini hjá Landsverki, ið er tann mest álítandi, sum finst á marknaðinum í dag.

- Hvussu er og ikki, so trúgvi eg, at vit eru nógv innan aldu-gransking, ið eru spent upp á at fáa fatur á øllum data-settinum frá hesari hending, sigur Bárður Niclasen.