Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilvildarlig mynd.

Heimsins størsta fiskavørumessa í Brussel hesa vikuna

9 útflutningsfyritøkur luttaka á føroyska landabásinum

Í morgin týsdagin byrjar heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, har seljarar og keyparar av fiskavørum kring allan heim hittast. 9 føroyskar fyritøkur luttaka í ár á landabásinum, har tær fara at bjóða føroyskar fiskavørur fram til áhugaðar keyparar.
 
Messan endar hósdagin, og føroysku fiskaútflytararnir hava sostatt 3 dagar at hitta áhugaðar keyparar og samstarvsfelagar.
 
Føroyar hava luttikið á messuni við einum landabási síðani fyrst í 90’unum, tá messan júst var byrjað, og hon var munandi minni enn hon er í dag. Tað almenna samskipaði í nógv ár messuluttøkuna, men seinnu árini hevur Vinnuhúsið samskipað føroyska landabásin.
 
Avtala er gjørd við Sansir um at standa fyri sniðgeving og bygging av ársins landabási.