Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HEIMSLIST Í HAVN

Leygardagin klokkan 15.00 býðst høvið at uppliva heimslistina í Havn, tá Andreas Schulenburg letur upp framsýningina LUTFALSLIGA ØRT (Proportional Verrückt) við einum sonnum margfeldi av listaverkum, tøvdum standmyndum, keramiskum figurum, málningum, tekningum, uppskriftum og steinprentum.

Her í Føroyum hevur verið sagt, at ull er Føroya gull, samstundis sum vit hava sambært hevdini hava skilt greidliga í millum troyggjurnar, ta bundnu brúkslistina og so "ta fínu" oljumálaðu myndlistina. Tað ger Andreas Schulenburg ikki, hann er sera tilvitaður um signalvirði í teimum ymisku tøknunum og dámar væl at brúka undirmett tøkni, sum áskoðarin er vanur at sambinda við áhugalist. Framsýningin LUTFALSLIGA ØRT inniheldur myndlist av allarfínasta slag, nøkur av verkunum hava verið framsýnd á listamessuni í Basel (Volta). meðan onnur eru spildurnýggj, júst komin úr pressuni í Steinprenti.

Tøvdar standmyndir er ikki nakað vit síggja serliga ofta og als ikki av tí slagnum, sum Andreas Schulenburg ger, sum er knýtt at konseptlistini í breiðastu merking, men við eini heilt serligari kenslu fyri tí tilfarsliga og einum eymliga speiskari tilgongd, sum ikki minnir um nakra føroyska list uttan kanska myndirnar hjá Tóroddi Poulsen, eisini við serliga tevinum fyri tí groteska.

Hetta er ein tann stuttligasta listaframsýningin, sum eg havi sæð í Føroyum, men verkini eru eisini álvarslig, óhugnalig og mæla til filosofiska eftirtekt í øllum teirra klombruta skeivleika. Afturvendandi á framsýningini eru amboð úr gerandisdegnum, sum eru brúkt á skeivan hátt, t.d. er eitt skrúvublað parað við einum seymi og hyggja vit eina løtu síggja vit blóðspor á teirri stóru tøvdu køkurulluni, hobbyknívinum osfr. Mótsetningarnir millum tað mjúka, tøvda tilfarið og tey hvøssu myndevnini eru nógvir og elva til allahanda søgur í fatan áskoðarans. Verkini eru løtt at avlesa, myndevnini eru leinføld og litirnir eru bjartir, so at tey á yvirflatuni minna um popplist ella um samfelagskritiska list frá sjeytiárunum, men tú skalt ikki hyggja serliga leingi, fyrr enn tú leggur til merkis politiskt ókorrekta skálkabrosið, óuppbyggiligu absurdismuna og fleirtýdnið.

Listamaðurin Andreas Schulenburg er føddur í 1975 í Hamburg og er útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn. Hetta er aðru ferð, Andreas Schulenburg arbeiðir í Steinprenti og fyrstu ferð, hann hevur serframsýning her. Hann er annars júst farin undir eitt serstakt samstarv við franska mótahúsið HERMÉS, sum hann hjálpir við at prýða teirra sýnisgluggar kring allan heimin. Framsýningin LUTFALSLIGA ØRT letur upp í Steinprenti á Skálatrøð leygardagin 11.mai klokkan 15.00 og verður at síggja inntil 15.juni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Opið mán. – frí. frá kl. 9 til 17 og ley. frá kl.14 – 17 Okkara stuðlar framsýningini.

Kinna Poulsen