Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heimurin fyri tær opin

Røðan, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, helt á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, tá ið Atlas til heim og skúla var lagt fram 22. november 2014.

Kæru gestir og kæru fyrireikarar av bókadøgunum!

- Heimurin fyri tær opin.

Hesar reglurnar hjá Martini Joensen, úr yrkingini Morgun, runnu fram fyri meg, nú eg sat og blaðaði í nýggja og prýðiliga atlasinum, sum Nám gevur út í hesum døgum. Nýggja atlasið, sum hevur verið á veg seinastu tíðina, og sum vit øll hava bíðað eftir í stórum spenningi.

’ATLAS TIL HEIM OG SKÚLA. Landafrøði um alt millum himmal og jørð,’ soleiðis eitur verkið, og heitið sigur ikki ósatt, tí her er ein ørgrynna av upplýsingum.

Í formælinum verður skrivað, at tjúgu ár eru liðin, síðan fyrsta føroyska atlasið, Heimsatlas (1993), kom út, og at nýggja atlasið er munandi størri og vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Nám stendur fyri útgávuni, men alt atlasið er gjørt í samstarvi við fakfólk og fakligar fylgibólkar av ymiskum slag - bæði heima og heiman.

Eitt atlas er eitt gott dømi um, at tíðir broytast, ikki bara landafrøðiliga, men eisini og kanska serliga her hjá okkum: bæði málsliga, samfelagsliga, tøkniliga - og undirvísingarliga ikki um at tala. Sum eitt gott dømi um hetta, verður upplýst í formælinum, ’at til brúk á samvirknum talvum fæst atlasið eisini sum PDF’.

Samanbera vit hesi bæði atlasini, síggja vit ikki bara, hvussu landamørk eru broytt, men vit síggja eisini, hvussu stavingin kann broytast, og hvussu mobilt alt samfelagið í roynd og veru er. Nágreina vit so tann føroyska partin og hyggja at føroysku landalærunum, sum okkara skúli hevði fyrr í tíðini, eitt nú bókunum hjá Sámali Johansen frá 1963, hjá Mikkjali á Ryggi frá 1926, ella landalærunum hjá Rólanti Lenvig og Jacob Olsen, sum vórðu útgivnar fyri uml. 40 árum síðan, síggja vit veruliga, at ”Nýggj tíð er komin…”, sum Hans Andreas syngur um í yrkingini um kamferkistuna, sum minnir hann á sigling um Hornið, og um Shanghai og Hongkong og Kina.

Atlas til heim og skúla byrjar við Føroyum, og tað endar við einum føroyskum landafrøðiligum orðalista.

Og millum byrjanina og endan liggur allur heimurin - víðopin.

Tú kanst m.a. lesa um Japan og Miðeystur, um Asia og Afrika, um Meksiko við tveimum ”k-um” og San Francisco við tveimum ’c-um’ . Tú kanst lesa um Kili í Suðuramerika, um Bornholm í Danmark og Kabo Verdi í Atlantshavinum osfr. Tú fært upplýsingar um veðurlag og vøkstur, um hædd og dýpi, um eyðkvæmi og fátækradømi, um hjálparveitingar og ferðafólkavinnu, um dálking og altjóða felagsskapir, um fólkavøkstur og pinkubarnadeyða, ja, apropos ta seinastu sensasjónina í heimspressuni: tú fært eisini at vita, at fólkatalið í Grikkalandi í 2013 var 11.128.000, meðan føroyingar eru 48.351 í tali!!

Mítt ynski er, at atlasið fer at gagna skúlaverkinum, og at hetta verður ein íblástur í læringini bæði hjá næmingum og lærarum. Tað hevur alstóran týdning fyri samleikan hjá næmingunum, at støði verður tikið í føroyskum viðurskiftum og at vit síggja heimin, haðani vit eru.

Eg fari at enda at ynskja, at lesarin fær gleði og gagn av verkinum, og takka Námi fyri útgávuna, sum nú skal standa sína roynd. Hetta hevur tikið sína tíð, men tað tekur tíð at flyta mørk.

Við hesum nýggja atlasinum er heimurin komin nærri okkum!

Takk fyri.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður