
HEITA KELDAN í KOLLAFIRÐI og ORKUMONGD
Lis Mortensen frá Jarðfeingi segði í Útvarpinum í gjárkvøldið at heita vatnmongdin nú er 14000 litrar um tíman, og nærum 27 stig.Tað er 336000 litrar ella kilo um samdøgrið.
Orkan pr. samdøgur er sostatt:
336000 x 27 x 4,18 = 37920960 kJ um døgnið.
Tað svarar til góð 900 kg av olju.
Tað er næstan 1130 litrar.
Í eitt ár er tað eini 412000 litrar av olju.
Brúkar eitt hús 2000 litrar um árið, so kann orkunøgdin hita gott og væl 200 hús.
Tað man vera á leið húsatalið í Kollafirði.
Men so er spurningurin hvussu hesin møguleiki skilabest kann nýtast?
Tað eru tað helst fleiri skilagóðar metingar um.
Hanus Vang