Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heitið á ólavsøku-framsýningini: Grøn eru grá hús

Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðani 1948 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur á ólavsøku. 119 verk eru tilsamans; kuratur hevur valt burturúr, men ongin umsøkjari er soldaður frá, verður upplýstí tíðindaskrivi.

Tíðindaskriv 
 
Felagið heitti í vár á Hansinu Iversen, listakvinnu, um at standa fyri framsýningini. Hansina tók á seg uppgávuna og hevur sett saman eina fjølbroytta framsýning. Hon nýtir eisini høvið at heiðra okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum hevði fylt hundrað í fjør, við úrvalsverkum og katalogi um listamannin. Hansina Iversen hevur biðið listafólkini Jóhan Martin Christiansen, Rannvá Kunoy, Julie Sass og listaummælaran Kinnu Poulsen skriva hvør sín tekst um Ingálv av Reyni til katalogið, sum eisini inniheldur verklista og er lutaseðil til vinning, sum Listafelag Føroya lutar vinnaranum 22. august. Upplýsingar um tað verða at síggja á heimasíðu Listafelagsins: listafelag.fo
 
Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen hava staðið fyri at hanga framsýningina upp.
Málningurin Kompositión frá 2001 prýðir plakatina og katalogið, og málningurin verður at síggja á ólavsøkuframsýningini í ár. Svanna Højgaard Joensen hevur sniðgivið plakat og katalog.

Hansina Iversen greiðir frá málninginum Kompositión: "Tá filmurin "Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda" varð vístur í Havnar Bio fyrr í ár, festi hesin stóri ljósi, ekspressivi málningurin seg í tilvitskuna, og eg fór beinanvegin at spyrja meg fyri um málningin, tí eg mátti síggja hann í veruleikanum. Og málningurin skuldi vera høvuðsverkið á ársins ólavsøkuframsýning. Tað gekk skjótt og væl at finna fram til málningin, sum Eyðun av Reyni eigur. Eyðun var so beinasamur at læna mær málningin til framsýningina"

Heitið á framsýningini "Grøn eru grá hús" er setningur tikin úr teksti hjá Karsteni Hoydal. Ingálvur av Reyni bað hann skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru broyttir nógv, og Ingálvur hevði funnið fram til sítt abstrakta, ekspressiva myndamál. Ingálvur av Reyni vónaði, at teksturin hjá Karsteni Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið teir fóru at síggja á framsýningini.
  
Ólavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag er opið frá kl. 11 til 20. Framsýningin heldur fram til 22. august.

Á framsýningini eru 6 verk eftir Ingálv av Reyni. Listasavnið hevur lænt okkum 3 av teimum. Hini eru lænt frá Julionnu Klett, Maluni Marnersdóttir og Eyðuni av Reyni.

Opið var fyri øll at senda verk inn til ólavsøkuframsýningina, og kurator hevur valt burturúr rúgvuni, og tað blivu til 119 verk tilsamans. Ongin umsøkjari er soldaður frá.

Tey luttakandi eru: Alma á Lava, Anja Finsdóttir, Anna Kathrina Højgaard, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Dagmar L. Mouritsen, Ellis Katrine Mortensen, Filippa Zachariassen, Finleif Mortensen, Fríða Matras Brekku, Helena Dam, Herdis Sandberg Rasmussen, Hergeir á Mýruni, Jana Jonhardsdóttir, Jan Nystrøm, Jensina Olsen, Jessica Yvonna Arge Klevang, Jóhan Martin Christiansen, Julie Sass, Kirstin Helgadóttir, Lyon Hansen, Maibritt Marjunardóttir, Ole Wich, Ólavur S. T. Thorsteinsson, Paulina Winther, Rakel Helmsdal, Randi Samsonsen, Randi Sundberg Michelsen, S. T., Tordis Vang, Trina Gaard og Jón Sonni Jensen.

Heilsan

Listafelag Føroya