Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helgi Abrahamsen spyr Kára P. Højgaard um Skálavegin

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, ein fyrispurning um íbindingina frá landsvegnum oman til kommunala vegin á Skála.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, nær farið verður undir arbeiðið at gera íbinding frá landsvegnum oman til kommunala vegin á Skála. Eisini spyr hann landsstýrismannin, hvussu stórur partur av játtanini á fíggjarlógini fyri 2012 til nýgerð av landsvegum, higartil er brúktur.

Í viðmerkingunum til spurningin sigur Helgi Abrahamsen, at nú ein sløk helvt av árinum er farið, og summarferian stundar til, er spakin framvegis ikki settur í jørðina við íbindingina á Skála. Eisini á øðrum støðum, har pengar eru játtaðir til íløgur, sær út til, at støðan er tann sama.

”Í feriutíðini hendir neyvan tað stóra, og tá summarið er farið eru ikki nógvir mánaðir eftir av árinum”, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann vísir á, at í viðmerkingunum til fíggjarlógina fyri 2012 stendur, at samlaði løgukarmurin er hækkaður, fyri at økja um vakstrarfortreytirnar. Hetta kann vera skilagott, tí talan er um arbeiðsskapandi tiltøk.

”Men játtaðir pengar sum ikki verða brúktir í fíggjarárinum, fella burtur tá fíggjarárið endar. Tí er umráðandi, at arbeiðið fer í gongd skjótt, soleiðis at tað verður liðugt áðrenn ársskiftið,” sigur Helgi Abrahamsen. Eisini heldur hann tað hava týdning, at arbeiðsskapandi tiltøk verða sett í verk, fyri at minka um arbeiðsloysið.

Helgi Abrahamsen