Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helgi Abrahamsen spyr Kára P. Højgaard um tunnil til Gjáar

Tíðindaskriv:

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur sett Kára P. Højgaard, landsstýrismanni ein fyrispurning um farleiðina til Gjáar.

Helgi Abrahamsen vil hava at vita, hvussu nógv tað kostar árliga at rudda Gjáarvegin fyri kava og hvussu nógv ein tunnil til Gjáar kostar. Út frá hesum vil hann hava landsstýrismannin at upplýsa, hvussu nógv ár tað tekur at spara íløguna í ein tunnil inn aftur við lækkaðum rakstrarútreiðslum.

Í viðmerkingunum til spurningin sigur Helgi Abrahamsen, at vegurin til Gjáar man vera dýrasti vegur í Føroyum at halda opnan í kava. Gjáarfólk hava, sum so nógv onnur, havt ynski um ein tunnil til bygdina, men tað er sum kunnugt ein dýr loysn. ”Hinvegin kunnu vit ikki síggja burtur frá, at um íløgan kann sparast inn aftur í rakstri eftir fáum árum, so er støðan avgjørt verd at umhugsa,” sigur Helgi Abrahamsen.