Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helst stórsta frambrot hjá Tryggingarfelagnum

Fríggjadagin 11. des. verður eykaaðalfundur í  Ognarfelagi Tryggingartakaranna, har opnað verður fyri møguleikanum at útluta vinningsbýti til tryggingartakararnar. Sum tryggingartakari kanst tú  luttaka á fundinum, men so mást tú skrivliga boða frá luttøku 2 dagar frammanundan

Seinastu nógvu árini hevur tryggingarfelagið havt risaavlop, so eginognin í dag nærkast 2,5 mia. kr.  Felagið hevur havt so stóra eginogn, at tað var ført fyri at keypa meirilutan av einum banka, og nú um stutta tíð helst gerst einaeigari av hesum sama banka.

Áhugaverdur eykaaðalfundur

Yvirtøkan frá Fíggjarligum Støðufesti av restini av bankanum hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum, men eg havi ikki sæð  nakra umrøðu av eykaaðalfundinum, sum eg haldi er sera áhugaverdur.

Høvuðsmálið, sum skal viðgerast á eykaaðalfundinum, er broyting av ásetingini í viðtøkunum, har ásett verður, at úrslit verða flutt til næsta ár – tvs. ein uppsamling av eginogn.

Henda áseting hevur havt tað við sær, at aðalfundurin ikki hevur fingið loyva at umrøða avlopið í felagnum. Avlopið skal leggjast afturat verandi eginogn – líka mikið, hvussu stór hon er frammanundan.

Avlopið latast aftur til tryggingartakaran

Men nú er ætlanin at gera broytingar í hesum viðurskiftum, við tað at eykaaðalfundurin fríggjadagin m.a. skal taka støðu til at strika hesa áseting, so at avlopið kann umrøðast á aðalfundum.

Hetta ber við sær, at avlopið heilt ella partsvíst kann latast aftur til tryggingartakaran. Hetta er sera spennandi fyri tryggingartakaran, sum nú í nógv ár hevur goldið eitt tryggingargjald, sum hevur ført avlop við sær.

Sum tryggingartakari kanst tú møta upp á eykaaðalfundinum, men so mást tú skrivliga boða høvuðsskrivstovuni frá í seinasta lagi mikudagin 9. des. Hetta kast tú gera á www.tfholding.fo ella við skrivi til Ognarfelag Tryggingartakaranna, Yviri við Strond 2, Box 34, 110 Tórshavn.

Johan Petersen