Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hentir idiotar skerja fólksins miðlar

Hvat svørtu og brúnu politisku veingirnir vilja, áttu vit at vita, tí m.a Jørgin, Óli og Hanus saman við áðurnevndu vengrunum í longri tíð hava løtt og rættað kikarasiktið inn eftir 4 – 5 av fólksins fremstu og dugnaligstu tíðindafólkum, tí at tey ikki vilja boyggja seg fyri diktatum, men heldur vilja grava seg fram til sannleikan, sum ofta er forvanskaður og væl fjaldur.

Fyri høgra eru bert høgrasannleikar. Alt annað er lygn.

Nú er ein gyltur møguleiki fyri at kunna gera svart til hvítt og hvítt til svart. Lýsingarnar skulu tvingast frá almennu miðlunum og í teir privatu. Hetta kann ikki vera loyvt, men vit fáa at síggja snildirnar ella maktmisnýtsluna, ið fer at verða nýtt.

Kanska Eirikur kann lata lygnirnar í, so tær skína sum nýlagstur kavi, ið fjalir alt annað. Tí sum holdningsleysur blaðmaður skuldi ligið væl fyri. Og við Óla á Rás 2 skuldi verið lagamanni at etið seg inn í ormakøkurnar og tikið seg útaftur eftir reyv við síðsta skríggi frá teimu brúnu.

Hevði upphavið vitað.

Dagfinnur Danbjørg.