Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HER FÁA ØLL EIN KJANS

Á framsýningini hjá Kollafjarðar kvøldskúla, sum varð sett sunnudagin tann 23. mars, fingu vit høvi at síggja eina forvitnisliga framsýning av broderaðum føroyskum klæðum. At brodera turrikløð, fyrikløð og vestar hjá Poulinu er eitt heilt serstakt tilboð, sum tað er gravgangur eftir og altíð fullsett. 

Tey ungu vísti síni kynstur at telva. Fimleika- og tónleikaframsýningar settu sín dám á dagin, og Kollafjarðar kvøldskúli er í menning. 

Stjórin fyri Tórshavnar Kvøld- ungdóms- og listaskúla, Jógvan Sørin Hansen, greiddi frá, at longu næsta ár, verða enn fleiri møguleikar at velja í – eisini hjá kollfirðingum – í skeiðskránni hjá Tórshavnar kvøld- ungdóms og listaskúla. 

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur setti framsýningina. Her er røðan, sum forkvinnan í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs bar fram:

Í einum samfelag, har vit ynskja at skapa rættvís og góð viðurskifti fyri allar borgarar og sum vil skapa framburð, hevur brúk fyri hollum og góðum mentanarberum.

Eg eri ikki vís í, at øll hugsa um hendan samanhang millum mentanarberar, framburð og vælferð – tí vit hoyra ofta vendingina, at “hatta er bara list, ella hatta er bara tónleikur ella hatta er bara mentan, hatta er bara handarbeiði ella smíð”, og tað liggur líka sum í vendingini, at so má tað raðfestast afturum, um so er at ein raðfesting er neyðug.

Og so er tað júst øvugt. Er trot á tí skapandi, tí kreativu ella tí listarligu orkuni í bygdini ella í býnum, so ger øll onnur raðfesting nærum tað sama, tí so byggja vit slottið á eitt tómrúm, sum ongum ber uppi.

Kvøldskúlin byggir á ta grundhugsan, at allir borgarar uttan mun til fakligar, fíggjarligar ella sosialar eiga sama mun til gjøgnum alt lívið at menna sínar førleikar og síni handaligu ella kreativu áhugamál. Og at tað ber til uttan at kosta tí einstaka nógvar pengar.

Størsti skúli í Tórshavnar Kommunu
At omanfyri 2400 borgarar í Tórshavnar Kommunu í árinum hava tikið lut í teimum mongu og fjølbroyttu skeiðunum, ber boð um ein stovn, sum livir og sum veruliga ger mun í lívinum hjá mongum. Tað sum er serliga áhugavert er, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum brúka skúlan. Av teimum 2400 næmingunum vóru heili 24% undir 20 ár. Og tað sæst aftur í øllum tí fjølbroytta ungdómsarbeiðinum í kommununi. Yvirhøvur er kvøld- ungdóms og listaskúlin tann skúlin sum til eina og hvørja tíð gevur tær ein kjans afturat. 

Her verða neistar kyndir
Her eru nógvir neistar kyndir, sum hava ment seg til týdningarmiklar søgur og til størri og avgerðandi avrik fyri tann einstaka og fyri samfelagið. 

Her ber til at læra nakað nýtt, nakað sum man kanska hevur droymt um at fáast við, men sum man ikki hevði álit á at man kundi megna. At skriva ein tekst, eina søgu ella eina yrking, at evna lutir til burturúr timbri, at veva vøkur stykki, at seyma og designa pløgg, og ikki at gloyma at læra at gera føroysk klæðir og brodera. Yvirhøvur at skapa listaverk burturúr tilfari, sum vit kanska annars bara høvdu blakað burtur – til dømis toylepar.

Eisini ber til at læra seg at telva og at spæla sjónleik, at ganga til alskyns ymsan ítrótt, og so er tónleika frálæra eisini týðandi táttur hjá kvøldskúlanum, ikki at gloyma VHF- skeiðini,og matgerð – og eg kundi hildið fram.

Øll fáa ein kjans
Tann sum av ymsum ávum ikki var sæddur í fólkaskúlanum, fær her ein nýggja møguleika ein nýggjan kjans. Og kanska fært tú júst tann kjansin, sum tú ikki visti, at tú gekst og bíðaði eftir. Her verður man ikki avmarkaður av upptøkuroynd ella karakterbók. 

Tað eru nøkur av teimum mongu virðismiklu avrikum og úrslitum frá arbeiðinum alt árið, sum nú verða sýnd fram her á skúlanum í Kollafirði.

Takk skulu tit hava øll sum hava fyriskipað, tøkk skulu tit hava allar eldsálirnar sum dríva verkið hvønn dag og hvørt kvøld. Lærarar, leiðarar og fyriskiparar, øll tit sum taka kaffi við og skiftst til at bakað køkur.

Og eg takki fyri at eg vegna Tórshavnar Kommunu varð biðin at seta hesa framsýning. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs