Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her selja vit kjøt, sum ikki er flett á góðkendum sláturvirkið

Vit áttu at havt eitt skelti niðri í Vágsbotni, har tað stóð: "Her selja vit kjøt, sum ikki er flett á góðkendum sláturvirkið".

So visti eg tað, sum keypari. Og so var tað upp til mín, um eg vildi keypa.

Møguleiki átti tó framhaldandi at verið fyri at farið niðan í handilin og heldur keypt tað, sum lá í frystarinum har, flett á góðkendum sláturvirki í New Zealandi ella aðrastaðni, og sum livdu upp til krøv. Krøv, sum eg haldi eru í lagi, tá ið talan er um innflutt kjøt.

Vit eiga at gera skilnað millum okkara egnu framleiðslu - tað føroyska kjøtið, og so tað, sum er innflutt.

Vit mugu duga at síggja fyrimunirnar, sum eru í einum lítlum samfelagið, har øll kenna hvønn annan. Tá er umdømið besta eftirlitið.

Flestu bóndur hava gott orð á sær. Heilsuvandi er kortini ein møguleiki og dømi eru um, at syrgiligar lagnur hava staðist av hesum. Hinvegin er góðkent sláturvirki ikki nakað garanti fyri tí mótsatta. Vandin hevur eisini staðist av hesum, og hevur hetta eisini elvt til sjúku, og tað sum verri er. Í so máta kunnu vit neyvan verja okkum heilt.

Niðri í Vágsbotni eru rættiliga góðir karmar at selja mat. Borð úr rustfríum stáli við tak yvir, og vatnslanga liggur til økið. Um so ein bóndi stóð har og seldi, sum hevði gott orð á sær, so hevði eg ikki himprast við at keypt kjøt frá honum.

Ella ímynda vit okkum eina støðu við tveimum matvørubásum: annar seldi kjøt frá føroyskum bónda, sum segði seg hava flett kjøtið í fjósinum og turka kjøtið í hjallinum heima; hin seldi kjøt innflutt úr New Zealandi, og flett á góðkendum sláturvirki. Hvat hevði tú keypt?

Nógv høvdu kanska keypt tað útlendska, m.a. tí at tað var bíligari, men nógv høvdu eisini keypt tað føroyska, tí tað smakkaði betur, og tí tey høvdu betur álit á slátrinum og tilvirkanini.

Í § 32. i matvørulóginin stendur, at ein kann "... slátra egin djór og síðani tilvirka slátrið til nýtslu í egnum húsarhaldi." Har átti ein orðing at verið umbat almenn sølu av kjøtið, sum var tilvirkað í egnum húsarhaldi var heimilað - møguliga við einum lista yvir góðkend støð, har matvøra kann seljast.

Tað er sostatt ikki Heilsufrøðiliga Starvsstovan, - sum er ein neyðugur stovnur og sum ger eitt stórt arbeiði, sum er orsøkin til vantandi møguleikar hjá føroyskum bóndrum. Tað er politiski myndugleikin. Tað er hann, sum eigur at siga, hvussu vit skipa okkum soleiðis, at føroyski bóndin og seyðamaðurin sleppur at selja sítt kjøt niðri á Støðni, á keiini, norði á Kósini ella niðri í Vágsbotni. So kann HfS koma við tilmælum um reglur og krøv, til slíka sølu.

Afturat tí, at vit fingu meira vøru at velja í millum, so høvdu vit eisini skapt meira lív í bygdina ella býin. Vit høvdu fingið eitt stað har fólk savnast undir fríum himli at keypa og kjakast um líkt og ólíkt.

Útsýnið frá mínum arbeiðsplássið er útyvir Vágsbotn. Síggi hvussu fólk samlast fyri at keypa og fyri at práta og skemta saman við Mortan Johannessen og øðrum býarmyndum, sum selja sínar vørur har.

Haldi tað hevði verið so lívskapandi og mennandi fyri føroyska matmentan, um bóndin eisini stóð har og á øðrum líknandi støðum kring landið.

Annita á Fríðriksmørk