Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Líkið av Pidda varð tveitt í hendan brunnin.

Her varð Piddi tveittur

Úr arkivinum: Emil Sólskerð, av Eiði, gjørdist bilsin tá hann avdúkaði ein loynidóm við byrgingina hjá SEV. Hann tók mynd niður í brunnin av yvirskotsvatni, og varnaðist, at hann hevði tikið mynd av einum líki, sum var tveitt niðurí fyri at verða skolað út aftur gjøgnum tunnilin. Hann varnaðist eisini, og tók mynd av persóni, ið var prentaður niður í vøllin, tá roynt var at stoyta sýru ella annan sterkan lút á persón. “Tekningin” var eftir á vøllinum, tá persónurin var tveittur í brunnin. Emil er ikki einsamallur um at halda, at hann var komin á slóðina hjá Pidda 7. November 2011. Men løgreglan vildi, og vil ikki vita av hesum prógvum. Tað var fatanin, at løgreglan ikki vildi finna nakað lík.

Eiðis kommuna, liggur norðast á vestursíðuni á Eysturoynni. Kommunan umfatar tær tríggjar bygdirnar: Ljósá, Svínáir og Eiði, ið er tann størsta og norðasta bygdin.

Mánakvøldið 7. November 2011, var Emil Sólskerð av Eiði, Suðri á Vatninum, sum tey har norði kallað byrgingina hjá SEV, ið savnar vatn til streymnýtslu.

Vatnið rennur víðari oman til turbinu hjá SEV verkinum, ið liggur sunnanfyri Ljósá, har beinagrindin av Pidda, varð funnin.

Men við vatnið er ein annar brunnur, ið savnar alt yvirskots-vatn, sum síðani verður skolað út á sjógv gjøgnum ein annan tunnil, ið eisini rennur út á vestursíðuni á Eysturoynni, norðanfyri SEV-verkið. Her varð líkið av Pidda tveitt í, og beinagrindin funnin aftur uttanfyri Ljósá.

Eiðismaðurin, Emil Sólskerð, er glaður, men heldur ikki so lítið skelkaður av støðuni. Hann er glaður um, at beinagrindin av Pidda er funnin, men er skelkaður av, at løgreglan ongan áhuga vísir fyri tí eygleiðing, hann og tveir aðrir persónar upplivdu Suðri á Vatninum, mánadagin 7. November 2011.

Tað var í veruleikanum tilvildin, sum gjørdi, at Emil Sólskerð, tryggjaði sær myndaprógv av støðuni, tí hann hoyrdi tíðindasending, har SEV upplýsti, at framleitt varð 60% av reinari orku, og skilti ikki hví framleiðslan ikki var 100 prosent, og hugsaði sjálvandi um øll tonsini av yvirskots-vatni, sum varð leitt í tunnilin, ið rann beint útaftur norðanfyri Eiðisverkið uttan at gera nyttu.

Tað var hetta, sum gjørdi, at eg tók myndir niður í brunnin, og dagin eftir sá eg eisini siluett av persóni, sum hevði ligið á vøllinum, sum um sýra ella annar sterkur lútur, var stroytt omaná, tá so persónurin var burturbeindur, var siluettin eftir.

Emil Sólskerð, hevur tikið myndir niður í brunnin, og av siluettini av persóninum, ið er prentað niður í vøllin. Hann hevur longu latið tilfarið til løgregluna í 2011, uttan at gjørt var nakað fyri at kanna umstøðurnar. Fyri fýra mánaðum síðani var hann aftur hjá løgregluni, men heldur ikki hesaferð var løgreglan til at vika.

Mynd er av Emil Sólskerð umborð á báti út fyri Eiðis-verkið. Tá dóttirin tók myndina fyri tveimum árum síðani, segði eg við hana: Her undir okkum liggur PIDDI, sigur Emil Sólskerð, sum líka síðani hevur livað við síni vitan. Hann hevur tó kunnað um tað, hann visti, og var eisini á staðnum við Ljósá, tá beinagrindin varð funnin.

Hetta, sum Emil Sólskerð nú avdúkar, prógvar, at Piddi er ikki komin norður gjøgnum Sundalagið, so pástandurin um, at hann kann vera koyrdur útav á Estnesi, heldur ikki, tá streymviðurskiftini eru soleiðis háttaði, at Piddi tá vildið rikið inn í Kaldbaksfjørð.

Vildi løgreglan finna Pidda, kundi hann longu verið funnin í november/desember 2011, tí sannlíkindini fyri, at líkið hevur ligið í tunnlinum í nakrar dagar, var stór, tí ikki var so nógv vatn í brunninum, at líkið kundi fara víðari beinanvegin, og er farið við áarførinum aftaná.

Men heldur ikki er tunnilin kannaður síðani av politinum. Tað kundi hent, at okkurt spor var at finna har, men ongin áhugi var ella er fyri hesum.

Sambært myndunum, so er reyður litur frá líkinum, ið kann stava frá sýruni ella sterka lútinum. Men sannlíkt er, at talan er um sýru, og so er at vita hvør litur kemur fram tá ávís sýra kemur í samband við vatn.

Men ongin ivi er um, at Piddi var tveittur í brunnin.

Aðrar greinar um Pidda-gøluna kunnu lesast í blaðnum.

Annars kemur meira um hetta mál komandi dagarnar.