Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Herd basskrøv fluttu Malk De Koijn oman á sandin

Danski rappbólkurin Malk De Koijn vóru upprunaliga ætlaðir at spæla í Grundini á G! Festivalinum, men eru fluttir oman á høvuðspallin orsakað av herdum basskrøvum.

Tað eru fyrst og fremst tøkniligu krøvini til at fáa nokk av bassi, ið spæla inn, tá eitt somikið stórt navn spælir, so eru altíð nógv krøv til tøkni og pall, og hesi krøvini lúka vit nógv betur á sandinum enn í Grundini, greiður Rasmus Borðoy tónleikastjóri á G! frá. Nú skráin er vorðin almenn, og Malk De Koijn standa at spæla á sandinum:

Les skránna her: http://www.gfestival.fo/fileadmin/myndir/2014/G14_Skra.pdf

- Vit hava annars fingið ótrúliga nógvar og góðar afturmeldingar um Malk De Koijn, so vit eisini noyðst at staðfest, at Grundin er í minna lagið til teirra, sigur Rasmus Borðoy.

Tað vakti eisini undran, at tann relativt lítli pallurin Grundin hevði tryggja sær eitt somikið stórt hip hop navn sum Malk De Koijn.

Tue Track, Geolo G og Blæs Bukki, hava í yvir 20 ár skapt raptónleik, sum er öðrvísi enn brotsmanna-raptónleikurin sum tók seg fram kring knöttin um tað mundið teir byrjaðu.

Bólkurin prógvaði beinanvegin sín dugnaskap innan skemtiligar tekstir, ið rímaðu á ein hátt, ið ikki var hoyrt fyrr. Samstundis sum tað var ringt at skilja heilt hvat teir rappaðu um, so var samstundis eingin ivi í boðskapinum og hugalagnum í tónleikinum hjá teimum.

Í 2012 vunnu Malk de Koijn Danish Music Award fyri "Besti livebólkur”, tí verður tað uttan iva frálíkt á Gøtusandi, tá mjólkadreingirnir vitja, við nógvum bassi.