Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HERMAÐUR HARRANS LAGT SVØRÐIÐ - ein rødd tagnað!

Nú komu boðini, at Trúboðin og Rithøvundurin Zacharias Zachariassen er farin um sýnuna. Zacharias  andaðist á Landssjúkrahúsinum seinnapartin mánadagin 21. august, har hann hevur ligið seinastu vikurnar. Zacharias rundaði tey 82 árini 6. august. Hann náddi kempualdurin, og er tann fyrsti av heiltíðartrúboðarum innan brøðrasamkomuna í Føroyum, sum hevur nátt tey áttati.  

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@gmail.com

KALLIÐ
Zacharias Zachariassen var fagliga útlærdur sum rørleggjari, men hetta gjørdist ikki hansara lívsstarv, tá hann tíðliga í lívinum kendi kallið at halga sítt lív og sínar náðigávur í Harrans verki burturav. Zacharias sigur sjálvur í eini útvarpssamrøðu, at tá hann varð greiður yvir, at ynskti bróður hansara eisini var deyvur, eins og fimm onnur av hansara systkjum, so fór hann at hugsa nógv  um, at sjálvur hevði hann fingið allar sansirnar. Hetta gjørdist hansara kall, at hann átti at brúka hesa gávuna, sum flestu av hansara systkjum ikki áttu, at tala Guds orð.

FAMILJA
Zacharias er føddur og vaksin upp í Mortanstovu í gamla bygdalagnum í Norðagøtu. Hann eitur eftir abbanum í Gøtu, sum var bóndi og kallaðist Zacharias Zachariassen. Foreldrini vóru Malena og Jákup Zachariassen. Pápin var úr Norðagøtu, meðan mamman var úr Runavíkini og var dóttur Hans Tausen, sum var fyrsti niðursetimaður í Runavíkini. Malena og Jákup fingu 7 børn, har Zacharias var elstur.

Zacharias var giftur Lis, sum er úr Klaksvík, og tey  búðu í barndómsheiminum hjá Zacharias. Børnini eru Dánjal, Jákup, Jógvan, Arni og Pætur. Barna- langabbabørnini eru í alt 15.  

LÍVSYRKI
Zacharias Zachariassen hevur talað og undirvíst í Guds orði í Føroyum og uttanlands í 56 ár. Men hann hevur ikki bara talað, hann hevur eisini verið ein virksamur rithøvundur í fleiri ára tíggir. Saman við bróðuri sínum, Flóvin, stovnaði hann blað- og bókaforlagið Leirkerið, sum hevur givið út blaðið Leirkerið og eitt stórt tal av kristiligum bókum, har hann sjálvur er rithøvundur av fleiri av bókunum. 

SÁLMASKALDIÐ
Eisini hevur hann skrivað og týtt eitt stórt tal av sangum og sálmum. Í nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni, sum kom út í 2015, eigur Zacharias ikki færri enn 122 sangir. Hann hevur m.a. skrivað sangirnar: Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg - Eg sum lítil piltur gekk í sunnudagsskúla - Unga hjarta mítt vanst tú, á, Harri - og tað var Zacharias, ið gav okkum heimskenda sangin hja John Newton “Amazing Grace” á føroyskum. 

Høvuðsbókaverkið hjá Zacharias, vil onkur meina, er bókin “Bíblian á føroyskum í hálva øld.” Bókin er ein saklig ritgerð um bíbliutýðingina hjá Victor Danielsen, har Zacharias loysir úr lagdi og dokumenterar nógv, sum ikki áður hevur verið kent av almenninginum. Tí hevur onkur komplimenterandi sagt, at Zacharias átti at fingið doktaraviðurkenning fyri bókina.  

LÍVSKÓSIN SETT
Zacharias kom til persónliga trúgv á Jesus Kristus sum ungur tannáringur, tá hann tosaði við pápa sín um hesi viðurskiftini. Tað var hetta vendipunkti í lívi hansara, sum varð startskotið til hansara lívsleið. 

Sum 23 ára gamal í 1958 fór hann á bíbliuskúlan, Moorlands Bible College, sum liggur í Suður Onglandi. Har læs hann í trý ár teologi, bíbliuyvirlit, kirkjusøgu, missiónssøgu og onnur viðkomandi evnir, og varð so statt væl fyri bæði andaliga og akademiskt, tá hann kom aftur til Føroyar í 1961, og byrjaði at virka sum ferðandi bíbliuundirvísari og evangelistur millum brøðrasamkomurnar í Føroyum. 

BÍBLUSKEIÐ Í ZAREPTA
Í samfull 50 ár hevur Zacharias á hvørjum árið bjóðað til bíbliuskeið í Zarepta, sum hvørt ár hevur hevur verið fult teknað, og hann hevur altið verið við sjálvur, har hann ótroyttiliga hevur havt bíbliutímar. Í fjør segði Zacharias frá sær ábyrgdina av bíbliuskeiðinum, tá hann gav leiðsluna víðari til Símun Pætur á Torkilsheyggi, sum fyri fyrstu ferð í fjør hevði ábyrgdina av bíbliuskeiðinum.  Áðrenn Zacharias gjørdist sjúkur hevði hann ætlanir at vera við á bíbliuskeiðinum í ár, sum byrjar sunnudagin 27. september, men so skuldi ikki vera. Zacharias verður jarðaður dagin fyri sum bíbliuskeiði byrjar, leygardagin 26. september.

ZACHARIAS OG BRYNLEIF
Hann stóð undir liðini á Brynleifi Hansen, sála, tá hesin byrjaði barnalegurnar við Áir í 1965 og tá Zarepta varð bygt í Vatnsoyrum  fyri  50 árum síðani í 1967. Brynleif átti í Zachariasi ein hollan vin og stuðul, sum eisini kom til sjóndar, tá Brynleif so brádliga varð tikin burtur og  Zacharias mátti taka  eina enn størri ábyrgd í Zarepta. Zacharias segði mangan, at hann líknaði vinarbandið millum hann og Brynleif við vinarbandið millum Dávid og Jónatan - og nú eru teir aftur saman!

Kistan fer av Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl.17:00 Jarðarferðin verður leygardagin 26. september úr Filadelfia í Gøtu kl.13:00 Tey, sum vilja minnast Zacharias, kunnu lata eina gávu til Zarepta. Konta í peningastovnunum. 

Kristiliga Tíðindatænastan vil sína samkenslu við familjuni, ið sita eftir við sakninum, og ynskir Guds frið og signing yvir minni eftir Trúboðaran og Rithøvundan Zacharias Zachariassen.