Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Herverk í høvuðsstaðnum: Vakmyndatól setast upp í býnum

- Nú er nóg mikið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum nú hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta upp vakmyndatól í býnum.

- Tað kann ikki bera til, at okkara felags ognir ikki fáa frið, og tá herverk eisini verður framt á tað, sum býurin hevur í varðveitslu frá øðrum, so kann tað vera nóg mikið. So nú skal fyribyrgjast og uppklárast, sigur borgarstjórin.

Kommunan hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta upp vakmyndatól í við standmyndirnar, sum eru ymsastaðni í býnum. Endamálið er at fyribyrgja og uppklára lógarbrot. Talan er um eina fyribils skipan, sum varar til 25. august, tá ein eftirmeting verður gjørd.

- Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, so hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og harvið uppklára møgulig lógarbrot, sigur borgarstjórin, sum vísir á, at nógvu herverkini í seinastuni hava lagt trýst á kommununa at gera nakað.

- Tað er ótrúliga keðiligt at skula noyðast at brúka tílíkar skipanir. Men skipanin er nú góðkend av Dátueftirlitinum sum ein roynd í eina tíð, og øll neyðug fyrilit eru tikin fyri at tryggja privatlívinum hjá borgarunum.

- Okkara vón er, at skipanin fer at virka fyribyrgjandi í so stóran mun, at tað ikki verður neyðugt at royna hana í rættarskipanini í praksis, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.