Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hesi bjóða seg fram fyri Framsókn

Høvuðsstaðurin er drívmegin í okkara menning, og tí er tað sjálvandi, at vit samstundis stremba eftir at gera Havnina støðugt meira tíðarhóskandi. 

Tólv fólk bjóða seg fram vegna Framsókn at stýra Tórshavnar kommunu – sjey kvinnur og fimm menn. 
Framsókn vil virka fyri sterkum kjarnutænastum. Vit skulu kunna kenna okkum trygg við tey tilboð, kommunan bjóðar eitt nú børnum og eldri.

Seinastu mongu árini er nógv gott hent í kommununi, og tað fegnast vit um og takka skiftandi býráðum fyri. Men avbjóðingar troka seg eisini á. Tað eru serliga hesar avbjóðingar, sum fáa okkum at halda, at brúk er fyri Framsókn í býráðnum.

Í komandi tíðum krevst kynstrið at gera Havnina og alla kommununa enn framsøknari, samstundis sum vit framtíðartryggja hana – bæði viðvíkjandi grundleggjandi tænastum og búskapinum. Hetta krevur, at vit gera íløgur í undirstøðukervið og fólkið. Og hetta krevur eisini, at vit tora at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum hjá bæði kommunum og landinum.

Framsókn vil inn í býráðið at tryggja ein tíðarhóskandi bústaðarpolitikk komandi fýra árini. Í framtíðini skal kommunan altíð hava tøk grundstykki at selja fólki. Høvuðsstaðurin hevur seinastu árini ikki megnað at tikið ímóti teimum nógvu fólkunum, sum droyma um at seta búgv her. Tað skal broytast. 

Framsókn vil sleppa av við óneyðugt alment formyndarí. Viðtøkurnar um skeinkistøð, barrir og kaffistovur skulu broytast, so privata vinnan kann vaksa og nøkta tørvin hjá fólki.

Fíggjarpolitikkurin skal virða, at tað er borgarin, sum fíggjar kommunala virksemið. Framsókn vil hava skattin niður. Borgarin skal hava bestu umstøður at fylgja egnum málum og dreymum.

Hesi eru til dystin fús at taka eitt tak fyri einum tíðarhóskandi býi:

- Aleksandur L. Olsen, lesandi
- Bergun Kass, bankafólk
- Berit W. Samuelsen, tryggingarráðgevi
- Birgar Johannessen, sjálvstøðugur vinnurekandi
- Birita Arge, varaleiðari
- Høgni Reistrup, samskiftisfólk
- Oda W. Andreasen, marknaðarfólk
- Poul Johannes Clementsen, skrivari
- Róaldur Jákupsson, sjálvstøðugur vinnurekandi
- Ruth Vang, varatingkvinna
- Sissal Kristiansen, sjálvstøðug vinnurekandi
- Súsanna Olsen, námslektari