Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hesir 9 stuttfilmarnir eru við til Geytan 2016

Í ár eru 9 føroyskir stuttfilmar í uppskoti um Geytan og áskoðaravirðislønina  Norðurlandahúsið skipar aftur  fyri Geytanum leygarkvøldið 24. februar 2018, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin, sum nú er á 30 000 kr., og sum BankNordik letur og Áskoðaravirðislønin sum nú er á 25 000 kr., og sum Tórshavnar Kommuna letur, verða handaðar. Geytin verður byrjunarskotið til eina viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá Tóff fer av bakkastokki fyri aðru ferð. 
 
Vit fara at møta: Einum mammudrongi, sum málar kamarið hjá sær, andaliga prædikumannin Baldur og moralska nihilistin Teit, ein kvinna og ein maður, sum verða rivin við í stemninginum, tá kvinnan roynir skógvar, Poul Kristian Henriksen á einum útróðrartúri, Hamferð, Harald og Fríða, Maðurin við blæuni, ein hobbyastronomur, svartir hundar og ein ein trøllvaksnan mann, ið býr heima hjá mammu síni. 
 
Við í kappingini eru:   Myndamálarin. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal. 111 góðir dagar. Leikstjóri: Trygvi Danielsen. Skóhorn(y). Leikstjóri: Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal.  Fisherman. Leikstjóri: Franklin Henriksen Frosthvarv. Leikstjóri: Franklin Henriksen Maðurin við Blæuni. Leikstjóri: Maria Tórgarð Collision Course. Leikstjóri: Rói Davidsen Sorte Hunde. Leikstjóri: Atli Brix Kamban Wünder Pitsa. Leikstjóri: Hanus Johannessen 
 
Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Johnny í  Grótinum , Kringvarp Føroya og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Hlynur Pálmason, leikstjóri. 
 
Inger Smærup Sørensen 
Verkætlanarleiðari / Project manager