Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HESTSFÓLK OG NÓLSOYINGAR AFTUR VIÐ SVIÐUSOÐ

Enn einaferð eru Nólsoy og Hestur við skerdan lut. Skipið hjá nólsoyingum er tikið úr sigling um Nólsoyarfjørð, og hestfólk eru púra uttan ferðasamband í allan dag.

Alt ov ofta merkja nólsoyingar og hestfólk, at siglingin verður órógvað, tá ið Teistin hevur teknisk brek.

Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at Sildberin røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð. Og kommunan kann als ikki góðtaka, at hestfólk hava so óálítandi ferðasamband, at tey hvørki sleppa í oynna ella av oynni, tá ið Teistin ikki er í sigling.

Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða. Tórshavnar kommuna vil, at familjur trívast bæði í býi, bygdum og oyggjum í kommununi. Vit vita, at álítandi ferðasamband er avgerandi fyri, at fólk vera verandi í oyggjum okkara, og at nýtt fólk flytur í oyggjarnar.

Fari aftur at heita á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins finnur eina varandi loysn beinanvegin, soleiðis at okkara borgarar í Nólsoy og í Hesti fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis, í skúla, kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur ørindi í meginøkinum. Ternan eigur at vera álitið hjá nólsoyingum, og hestfólk skulu sleppa til meginøkið alt árið.

Annika Olsen
borgarstjóri