Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hevur tú hugsa um eitt skúlauppihald í Danmark

Gongur tú við dreyminum um at uppliva eitt øðrvísi skúlaár, áðrenn tú fer víðari við tínari útbúgving, er ein av teimum mongu møguleikunum at ganga 1 ár í skúla í Danmark. 

Skúlin fyri Gastronomi, Musik & Design minnur á nógvar mátar um ein eftirskúla; men hann er fyri aldursbólkin, sum hevur gjøgnumført 9. flokks roynd ella er vorin 16 ár – Ein kann siga, at tað er fyri tey vaksnu ungu. 

Fyri uttan ein vanligan 10. flokk hevur ein sum næmingur eisini møguleikan fyri at velja seg inn á eina linju, har ein ikki hevur bóklig fag; men í staðin arbeiðir málrætta innan eitt økið, ein seinni hevur hug at gera meira burturúr. 

Skúlin fyri Gastronomi, Musik & Design hevur hesar linjur at bjóða:

Allarfyrst er ein 10. flokkur, har ein fyri uttan tey obligatorisku fagini so sum danskt, rokning, enskt og evt. týskt velur eitt linjufag innan økini: Tónleik, Gastronomi, Sjónleik ella Móta & Design. Hervið fær ein sum næmingur møguleikan fyri at samanseta eina 10. flokks roynd við eitt økið, har ein hevur áhuga.

Tónleikur: útgangsstøði verur tikið í samanspælinum innan tær ymisku tónleika greinirnar. Er ein júst byrjaður at spæla, hevur ein møguleika fyri at læra sítt instrument betri at kenna. Er ein eitt sindur meira royndur, fær ein møguleikan fyri at útvikla og betra sítt spæl. Sum næmingur á hesari linjuni, kemur ein at arbeiða við samanspæl, lurta eftir løgum, nótalæru, becifringslæru, ymiskar sangstílir, improvisatiónsteknik og taka upp í studio. Til síðst fer tónleikaliðið á eina turné, har tað, ein hevur lært gjøgnum árið, skal roynast.

Gastronomi: her fer ein eitt fet inn í tann kreativa køkin, har ein útyvir at hoyra um góðar vørur og sunnan kost eisini lærir, hvussi ein samansetur eina øðrvísi og spennandi menú.
Her arbeiðir ein við at gera dagliga matgerð festliga. Tá ið ein eksperimenterar við nýggjum rættum, bakar eitt nýtt breyð ella skal gera eina stuttliga dessert, stillar tað krøv til kreativitetin hjá einum.

Tað verður millum annað arbeitt við at gera sunnar burgarar og pizza, brúðleypskakir, bomm, konfekt og mangt annað.

Sjónleik: Goymir seg ein sjónleikari í búkinum, er hetta nakað fyri teg. Her lærir ein teknikkin aftanfyri ísenusettar bardagar og onnur stunts, sum eru ein natúrligur partur í einum modernaðum sjónleiki. Ein arbeiðir eisini við elementir innan totalsjónleik, musikleik, gøtusjónleik, dans, gykl og film. Her verður eisini arbeitt við klassiskum temaum, fyri at geva tí einkulta næminginum so góða ballast sum gjørligt.

Móti og Design: Ert tú troytt/ur av klæðunum tú sært  hanga í handilsvindeyganum, og hevur tú sjálv/ur hug til at royna teg sum designara, so er linjan Móti & Design kanska akkurát tú. 

Her kanst tú at seyma pløgg til dagligdagin og til veitslu. Her verður eisini arbeitt við nútíðar trendunum. Ein samlar inspiratión frá designarum, heintar ting niður av alnetinum, eksperimenterar við nógvum ymiskum materialum og seymar kanska ein veitslukjóla í plastik ella pappíri, fyri at inspirera aðrar næmingar og vita, um ein fær lokka talentið hjá tí einkulta út. 

Tá árið endar verður hildið mótashow. Her verður hárið sett, make-up veðrur lagt og ein lærir kunstin í at ganga “Cat Walk”.

Sum eitt alternativ til 10.flokk bjóðar skúlin eisin lið, har ein ikke hevur nøkur av teimum traditionellu fagunum. Her kanst tú velja:

”Tónleikari í 1 ár”, sum er fyri næmingin, ið seinni umhugsar at gerast musikari ella søkja inn á Rytmekons. 

 ”Au-Pair & Gastronomi”, sum er fyri næmingin, ið hevur frammtíðar ætlanir um at gerast kokkur ella køksassistentur, men sum samstundis ynskir at fáa eitt ár, har viðkomandi ynskir at blíva ílatin til heimin uttan fyri studie, áðrenn studie byrjar. 

Goymir seg ein designari í búkinum hjá tær, so kann linjan ”Tøj, Trends & Tilskæring” vera eitt gott springbrettið fyri næmingin, sum kanska gongur við tankum um at byrja á Teko í Herning.

Næmingarnir á skúlanum eru í aldursbólkinum 15 – 18 ár, og skúlin er tískil eitt gott alternativ til næmingin, sum ynskir ein støðg frá tí traditionella/vanliga útbúgvingarsysteminum.

Lærarnir á skúlanum eru ein blandaður bólkur, og allir sum ein royna teir at geva teimum ungu eitt skeg og ógloymandi ár, samstundis við at tey ungu vera ílætin til frammtíðina. Millum lærarnar er eisini ein hálvur føroyingur í er uppvaksin í Føroyum.

Vilt tú vita meira, so vitja heimasíðu okkara á: www.skolenfor.dk