Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(mynd: Hiking.fo)

hiking.fo fer aftur til kjarnuvirksemið

Seinasta árið hevur hiking.fo umsitið atgongdina til hagan og hólmin í Mykinesi fyri hagaeigarafelagið í Mykinesi, ið hava samtykt at taka eitt gjald á 100 kr. frá ferðafólki í háárstíðini. 

Hetta hevur verið ein stór og krevjandi uppgáva. Serliga parturin við at skipa fyri eftirlitinum við vitjandi í oynni hevur verið torførur at samskipa, og hevur tikið ov nógva orku frá okkara kjarnuveitingum, tí hevur hiking.fo valt at siga hesa uppgávuna frá okkum.  

Okkara kjarnuvirksemi, ið er fjallatúrar við ferðaleiðara, verður støðugt ment. Virksemið hevur eisini verið nógv í vetur. Vit gleða okkum nú til ljósari og heitari tíðir, og nógvar góðar túrar í fjøllunum saman við okkara gestum