Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hjørdis Mortensen 50 ára starvsdag

Fyri viku síðani kundi Hjørdis Egholm Mortensen í Havn saman við fyrrverandi floksfeløgum hátíðarhalda, at 50 ár vóru liðin, síðani hon tók studentsprógv á VBV í Skansabrekkuni. Hon og teir 32 floksfelagarnir vóru seinasti flokkurin, ið gekk har, samstundis sum tey vóru tey fyrstu, ið tóku útbúgvingina yvir trý ár.

Hjørdis var ikki meira enn liðug við skúlagongdina, so fekk hon á sumri í 1962 starv sum stjóra- og stjórnarskrivari í Tryggingarsambandinum Føroyar, og har hevur hon nú starvast í 50 ár!

Hesi árini hevur hon verið skrivari hjá fimm stjórum, sum hava verið Tummas Thomasen, Marius Thomasen, Jens Petur Arge, Gunnar í Liða og nú Regin Hammer. Fryntlig og fyrikomandi, sum hon er, hevur hon í skrivarastarvinum verið tað trygga álitið, ið altíð kann roknast við.

Við so langari starvstíð kemst heldur ikki undan, at Hjørdis hevur upplivað tær nógvu og stóru broytingar, ið hendar eru í tryggingarheiminum, og hóast árini eru mong í starvinum, hevur ein hin størsta dygdin verið evnini at laga seg eftir teimum broytingum, ið hava verið, og tað man eisini vera eitt av loyndarmálunum aftanfyri, at hon øll hesi ár hevur verið før fyri at røkt starv sítt til lítar.

At roynast einum og sama arbeiðsplássi so holl í eitt so langt áramál, er kanska ikki tað, vit eru mest von við nú á døgum, nú tað er modernað at skifta arbeiði fleiri ferðir, men at Hjørdis soleiðis gongur ímóti tí, sum er frammi í tíðini, er henni so líkt.

Tað, at hon hevur gjørt sítt fyrsta starv til sítt lívsstarv, er í veruleikanum ímyndin av Hjørdis, sum vit kenna hana, tí fremst av øllum er hennara trúfesti, um tað so snýr seg um arbeiðspláss, starvsfelagar, vinir ella ikki minst fjølskylduna.

Hjørdis Egholm Mortensen er fødd og uppvaksin í Havn. Hon er yngst av seks systkjum, og foreldrini vóru Erika og Aldfred S. Egholm, vanliga nevndur Affe. Hjørdis er gift við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, og børn teirra eru Elin, Ann, Guðrun og Eirikur, umframt at barnabørnini nú eisini eru blivin fleiri í tali, so familjan er stór.

Hjørdis og Heðin búgva í barnaheimi hennara á Hoyvíksvegnum, so vegurin oman á Kongabrúnna til arbeiðis er stuttur. Í fleiri ár kundu tey bæði fylgjast til arbeiðis, tí frá 1978 til 2005 arbeiddi Heðin eisini í Tryggingarfelagnum Føroyar, men síðstu árini hevur hann verið í farloyvi frá starvinum, meðan hann hevur sitið sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum.

Í øllum lutum er Hjørdis ein serstøk og merkisverd kvinna, sum ikki bara hevur sýnt arbeiði sínum stórt trúfesti í hálva øld, men eisini hevur roynst Heðini sum frágerðargóð kona, har hon veruliga hevur verið honum stinnur stuðul í tí, hann hevur tikist við – bæði sum ÍSF-forseti í ein mansaldur og ikki minst, nú hann er borgarstjóri.

Eisini sum mamma og omma hevur hon verið framúr, og hóast sína longu yrkisleið á einum og sama arbeiðsplássi, hevur hon ikki á nakran hátt forsømt heimið, men tvørturímóti dugað so sera væl at brúkt síni góðu fyriskipanarligu evni har eisini, so øll eru komin sera væl undan og heimið í allar mátar hevur staðið øðrum sum góð fyrimynd.

Nú hesin rundi starvsdagurin verður hildin, vita vit, at familjan av hjarta fegnast saman við Hjørdis, eins væl og starvsfelagar og onnur, ið onkursvegna hava krossað hennara lívsleið, gera tað.

Hjartaliga tillukku við degnum og bestu ynski fyri komandi tíðir vilja vit bera tær!

Vinfólk