Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høganes var pillrotin

Perlur: Høganes skal hava blæu undir. Kommunan betalir, og kommunustýrislimirnir mynda limaskarðan hjá Høganes, og borgarstjórin sigur seg ikki vera ógegnigan. Greinin stóð í Oyggjatíðindum 4. juni 2010.

Geinina skrivaði Dan Klein, journalistur

Við einum tómum kommunukassa, hevur Rúnavíkar kommuna, kortini játtað kr. 100 túsund til privata áhugafelagið Høganes.

Skipið er sokkið so oftani, at peningurin skal brúkast til eina blæu, so Høganes ikki røkkur eins oftani botnin, og kommunukassin.

Borgarstjórin, Magnus Rasmussen, váttar, at kommunan hevur játtað kr. 100 túsund, at tryggja, at Høganes heldur seg flótandi.

- Hann sigur, at felagið Høganes vil hava skipið upp á land, og tað vil kommunan eisini geva loyvi til, men enn er hetta ikki greitt.

- Vit hava eitt økið, niðanfyri vegin, innast undir Glyvrar Bio, í endanum á økinum, sum er lagt út til landbúnaðar- og grønt øki, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri.

Hann harmast tó um, at hetta ikki enn er klárt.

- Vit hava verið umborð á Høganesi. Skipið er pillrotið, og ,gras- og mosavøkstur, vøkstur veksur umborð. Er ikki vandi fyri, at skipið fer í knús tá roynt verður at fáa tað uppá turt?

Tað veit eg ikki.

- Ert tú ikki sjálvur limur í Høganes´felagnum?

Jú!

- Eru tað ikki eisini aðrir býráðslimir, sum eru limir í felagnum, Høganes?

Tað veit eg ikki.

- Var so ikki allur bandin inhabilur, tá tit játtaðu 100 túsund í felag, næstan allir býráðslimir eru limir í? 

Nei, eg haldi meg ikki vera ógegnigan í hesum málinum. Eg havi spurt meg fyri, og tað er ikki øðrvísi enn, at eg var limur í NSÍ, tað vildi ikki gjørt meg ógegnigan, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri um játtanina til Pillrotna skipið við nostalgiskum minnum.

-----

Segði borgarstjórin í blaðnum 4. juni 2010. Eftir hetta fór Høganes uppá beding á Skála. Har varð staðfest, at lekin var so stórur, at ein blæa ikki vildi bjarga danguni.

Tað var so átrokandi, at halda lív í neyðardýrinum, at Gunnar Nolsøe, gjørdi sending í útvarpinum um danguna, uttan at nenna at siga, at dangan hevði fingið botnin undir seg sum korsett. Tað flentu tey nógv eftir í nærumhvørvinum.