Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgra herjar á øll, ið ikki eru sum tey

Umboðsmaðurin, ið altíð hevur verið bæði fakligur, sakligur og neutralur, og tí eisini hevur verið friðaður fyri patapolitisk álop frá vinstru og høgru, verður nú álopin av høgra fyri eitt gott orð. Hetta er sera ódámligt, men høgrakent: ONGIN, NEI ONGIN SKAL KOMA OG SIGA OKKUM NAKAÐ, UM TAÐ SO ER VÁRHARRA SJÁLVUR, tí vit vita best, og hertil kunnu vit gera sannleika til lygn og lygn til sannleika. Amen. 

Men hvat eru so orsøkirnar til, at umboðsmaðurin í heilum má viðgera teirra politisku dispositiónir og politisku avgerðir? Mann tað vera, tí hon ikki orkar teirra rættvísislótur og teirra: her komi eg syndrom, ella mann tað vera at málini snúgva seg um, eg, meg og mítt og av somu orsøk verður skorið dekan og nógv til høgru. Íð hvussu er og ikki, so verður víst til skurðin og av røttum kravt, at skurðurin skal leggjast eitt stykki til vinstru. Og so er Fanin aftur í høgrapappírunum, og hanarnir stilla seg aftur upp á tá at gala. Og sjálvt um einki kemur burturúr, so eru hanarnir nøgdir. Onnur hava hoyrt og sæð teir, og tað kann – meira enn so – geva ein kross á valdegnum.

Av somu orsøk fáa SVF og ÚF av grovfíluni. Serliga Úf, ið hevur fleiri sendingar, har ymisk sjónarmið verða havd á lofti. Har er einki mark fyri høgraáganginum Sjálvt høpisleysar stevningar eru dagsins kostur. Hetta slagið av Høgraharkaliði hevði havt jól og góðar dagar í Norður Korea, tí tá høvdu teir kunnað praktiserað einaræði, ið sær út til, at teimum dámar so væl: Eingin yvir og eingin við síðuna av. 

Ólavur í Beiti, sjefur á VP og lærusveinur hjá Óla Breckman - upplærdur á tí hatska Dagblaðnum - hevur samlað nakrar høgraáloyparar, ið kunnu gera skitna arbeiði við særandi og knúsandi høgraálopum við jøvnum millumbilum. Í løtuni er tað Annlis og í menniskjum góður tokki, ið skulu tváast í høgralorti. Fleiri niðrandi álop hava longu verið,á VP seinastu dagarnir. Og júst í dag (20/12) er eitt væltilrættalagt høgraasnaspark í VP, har lagt verður upp til, at Annlis hevur tilognað sær pengar, sum ókendur hevur sett á kto. hjá henni. Maðurin sigur seg hava gjørt ein feil, tá hann setti peningin inn, so peningurin varð plaseraður á skeivum stað, men eingin hevur tosað við Annlis – hvørki anonymi maðurin ella Ólavur – so teir ganga út frá, at Annlis hevur tilognað sær teir. Ólukksáliga ljótt og frekt. Fyrst hevur høgrastýrið vanstýrt í hundraðavís av føroyingum niður og út á hungursmarkið, og síðani verða tey yvirfallin, sum rætta teimum eina hjálpandi hond. Kann nakar søkka djypri?

Ólavur hevur tú ongantíð trongt til eina góða og kærliga hond og fingið hana? Hevur tú tað, so eigur tú onkunstaðni at skilja, hvat málið snýr seg um.

Ólavur- tú kennir anonyma mannin. Gev okkum navnið, so vit kunnu finna út av motivinum: er tað reinur fanansskapur, óndskapur ella fávitska

Dagfinnur Danbjørg.