Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgraradikalir? Ja! - Kristnir? Nej! - Religiøsir? Kanska

Egoistar? Ja, treytaleyst. -

Solidariskir? Bert yvir fyri okkara egnu og so eisini politiskum bandittum av rætta slagnum.

Hjartaleysir?- Í stóran mun

Hjálpsamir? Um tað kann betala seg,

Kærleiksfullir? Nei – 

Hatursfullir ?– uttan iva. Næstin fær loyvi til at sigla sín egna sjógv.

Leiddir av erligum monnum? - 

Nei fleiri hava verið fíggjarliga kriminellir.

Flóttar?

Flóttar eru fanar, so er tað sagt.

Vit taka ikki Kristi Orð fyri fult, hvørki hægsta boð um at elska Guð og næstan, ella søgu Jesusar, tá alt er yvirstaðið, og uppgerðin skal takast, har m.a verður sagt, at tað tit ikki gjørdu móti einum av mínum teimum minstu, tað gjørdi tit heldur ikki móti mær. Farið tí út í myrkrið, har skal vera grátur og tannagrísl.

Men har stendur eisini, ið yvirførdum týdningi, at tey, ið tóku móti flóttum, tóku harvið eisini móti honum, og tí skulu tey á evsta degi fáa loyvi at fylgja honum inn í Ríki Hansara. Amen.

Vit religiøsu eru yvirbevístir um, at hetta bert eru gamlar søgur fyri børnum og barnsligum sálum. So tílíkt kunnu vit religiøsu og fríteinkjarar als ikki taka fyri fult, og vit hava heldur onki ynski um at liva eftir líknandi avoldaðum søgum og sagnum. Vit og mammon er nokk fyri okkum, slær høgri fast og heldu áfram:

Friður og frælsi kann vera gott, men kúgan er betri, tí hon gevur meira. Av somu orsøk hava vit stuðlað kúgan kring allan knøttin. Religiøsitetur og frítonkjan loyvir okkum til tess. Kristindómurin hevði forðað okkum í tí, so vit eru noydd til at vraka hann.

Tað er ein stór misskiljing, at miðlar skulu vera objektivir, teir skulu verja okkum og okkara sjónarmið, óansæð hvat vit siga og/ella gera. Og í so máta gongst okkum væl. Okkara importeraði vp- leiðari hevur eitt brúnt gen, sum er eitt super supplement til okkara.

Heimagjørdi statistikkurin yvir, hvat føroyingar hildu um flóttar var eitt pragteksemplar yvir høgraradikalt sniðálop frá amatøri, sum konstruerar nýtilig politisk vápn til sínar arbeiðsgevarar, áðrenn nøkur kvalifiserað kanning er farin av barkastokki. Í menniskjum góður tokki var skotið við skørpum. Leiðarin varð ákærdur fyri tjóvarí fyri at sverta hana og hitt fantastiska verkið, ið gav mongum á fátækramarkinum m.a. eini góð jól. Álopið í vp var einum høgraradikalum verdugt

Áheitan: Viðv kanning av flóttafólkaspurninginum í vp (føroyingar og flóttar)

Tey professionellu eiga at gera kanningina umaftur eftir professionellum leisti, so vit kunnu fáa reiðiligt svar, og síðani taka støðu til, hvat vit eiga at gera við mannin.

Dagfinnur Danbjørg.