Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Holgar og Tórfríð í Leikalund

Summartónar í Leikalund:

Konsert við Holgar Jacobsen verður í Leikalund leygarkvøldið 14.juli. Saman við sær hevur hann sera dugnaligu songkvinnuna Tórfríð Tavsen. Holgar og Tórfríð fara m.a. at framføra løg av fløguni “Ongan veg” og væntandi verður okkurt nýtt lag at hoyra eisini. Hóast tey hava sungi og spælt saman í eina tíð, er hetta teirra fyrsta konsert í Klaksvík.

Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl 2030.

Um Holgar Jacobsen

Holgar Jacobsen er kendur úr Føroyska tónleikalívinum bæði sum solistur og limur í ymiskum bólkum eitt nú Villmenn og Tinganest.

Holgar hevur givið nógvar fløgur og bond út. Við fløguni “Ongan veg” frá 2010 hevur hann veruliga fingið gjógnumbrot sum solistur.

HolgarJacobsen hevur havt Tórfríð Tavsen við sær á nøkrum konsertum og hon verður eisini við á komandi fløgu hansara, sum væntandi kemur út seinni í ár.